Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Farið verður nú undir arbeiðið at gera akfarsskráa á Eiðinum í Svínoy. Tað eru Klaksvíkar Kommuna og Landsverk, ið standa fyri arbeiðinum, sum longu er farið í gongd, so akfarsskráin kann fremjast í summar.

Á fíggjarlógini í ár eru settar 2,5 mio av til hetta arbeiðið, umframt tær 700 túsund í løguætlanini fyri landið. Havna- og Vinnunevndin í Klaksvíkar Kommunu hevur somuleiðis sett góða millión av til hetta arbeiðið.

Liviligari úti um landið
Tað skal verða enn liviligari um allar Føroyar. Ein góður og málrættaður økispolitikkur leggur dent á spjaðing og viðurkenning av ymiskleikanum í hvørjum einstakum øki. Fyri fólk útoyggj skulu alsamt betri karmar skapast.
Atløguviðurskiftini í Svínoy hava ikki loyvt størri bilum at koma í land. Tíðin er farin frá, at fólk sjálv stoyta oljuna úr tunnum í tangar. Tá akfarskráin í Svínoy verður liðugur, so fara svínoyingar eins og aðrir borgarar at kunna fáa ta tænastu, oljubilar, bukkubilar, sementbilar o.a. veita.

Í Svínoy er hugsanin tann, at varð ferðasambandið betur, so búði fleiri fólk í Svínoy.
Akfarsskráin fer at hækka tænastustøðið á øllum tænastum, og fer eisini at bøta munandi um møguleikarnar fyri vinnuvirksemi í Svínoynni.

Tað er hugaligt, at samferðsluviðurskiftini til útoyggj og smábygdir alsamt bøtast, so eggjað verður til búseting og øktar møguleikar fyri inntøku og tryggleika.

Eg ynski svínoyingum og landinum øllum til lukku við hesi verkætlan. Enn eitt stig á leiðini at fáa ferð á útoyggjaskútuna.

Óluva Klettskarð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo