Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Onnur tíðindi

Adam og Eva í Paradís hevur fingið eina nýggja meining við nýggjari altartalvu, sum frá í morgin kann síggjast í St. Pauli kirkjuni í Malmø í Svøríki.

Tí har eru tveir Adammar og tvær Evur. Adam fær súrepli frá...Adam, í málninginum sum hevur fingið heitið "Paradísið". Undir liðini á teimum báðum standa báðar Evurnar.

Svt skrivar, at hetta er fyrsta altartalva av sínum slagi í Svøríki.

- Altartalvan vísir, at Guðs kærleiki fevnir um øll menniskju, og at øll eru skapt í mynd hansara. Og tað umfatar eisini, at menniskju er skapt til at elska onnur av sama kyni, sigur Elisabeth Ohlson, sum hevur gjørt listarverkið.

Hetta er ikki fyrstuferð, at "Paradísið" hevur roynt at funnið veg inn um kirkjunnar gátt, tí í 2012 fekk dómkirkjan í amtinum Skara verkið bjóðað, men kirkjuráðið har takkaði nei og segði, at verkið var politiskt á ein hátt sum ikki hóskaði seg í kirkjuni.

Men í St. Pauli kirkjuni í Malmø taka tey ímóti við opnum ørmum: - Tað er við gleði og stoltleika at vit taka ímóti "Paradísinum". Vit hava brúk fyri myndum, sum lata upp dyr og skapa størri integratión og identifikatión í kirkjuni, sigur Sofia Tunebro, prestur, í einum tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo