Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Greinin hjá Ingolfi er áhugaverd uppá fleiri mátar. Ingolf staðfestur:

Í tann mun fiskiskapurin eftir einari heildarkvotu er skipaður bæði við kvotum og fiskidøgum, so verður undir ongum umstøðum skorið av tillutaðu fiskidøgunum, hóast kvotan er fiskað upp, áðrenn bátarnir hava brúkt sínar fiskidagar.

Skuldi tað hent, so verður fiskað meira enn ásett í heildarkvotuni, til fiskidagarnir eru uppi ella árið úti.

Tað er heldur ikki so, at ”revsingin” so bara fellur árið eftir í staðin, soleiðis at færri fiskidagar verða útlutaðir tá, tí kvotuloftið varð sprongt árið fyri. Fiskiskapurin verður nevniliga skipaður í umsitingarætlanum fyri longri tíðarskeið í senn, og ásetingarnar av kvotum og fiskidøgum taka støði í stovnsmetingum og ikki í faktiska fiskiskapinum árið fyri.

Problematikkurin er sum so sera einfaldur, er tað í lógini lagt upp til, at tað eru heildarkvotur, sum verða ásettar við støði í umsitingarætlanum, sum vera stýrandi fyri umsitingina av tilfeinginum ella eru tað heildarkvotur og fiskidagar óheft av hvørjum øðrum, sum verða stýrandi fyri umsitingina?

Vælsignaður Ingolf, syrg fyri, at hetta kemur at framganga av lógini, í einum ella øðrum formi, so er einki at koma afturumaftur við, um støðan uppstendur.

Viðmerkingin hjá Ingolfi er áhugaverd í øðrum samanhagi eisini: skal viðmerkingin skiljast soleiðis, at munur verður gjørdur á ymiskum aktørum í lógini.

Er tað soleiðis, at um eginkvoturnar og heildarkvotar hjá bólki 2 og 3 av toski og hýsu eru uppfiskaðar, so verða hesir bólkar steðgaðir í sínum fiskiskapi, meðan bólkur 4 og 5 ótarnaðir kunnu halda áfram í sínum fiskiskapi, tí fiskidagar eru eftir, hóast parturin av heildarkvotuni, sum er avsettur til hesar bólkar, er uppfiskaður?

Hvar framgongur hetta av lógini og hvussu leggur lógin upp til, at hesin trupulleikin skal handhevjast?

Ingolf, lógin er sera, sera, sera umfatandi og sera, sera, sera torgreidd. Havi fulla virðing fyri, at ymiskar áskoðanirnar eru um, hvussu framtíðar fiskivinna skal skipast.

Men í tann mun, at víst verður á viðurskifti, sum eru ógreið, men sum ongin ósemja, at síggja til, tykist verða um, so vælsignaður vís ta virðing fyri tí lógararbeiði sum tú situr við, at hesi viðurskifti verða nágreinað soleiðis í lógini, at eingin óneyðugur iva er um, hvør rættarstøðan er.

Tað sigst, at ein føroyskur politikari einaferð var partur av einum rættarmáli og í hesum samanhangi fortaldi hesin dómaranum hvat var upp og niður, tí, sum hann segði: eg havi sjálvur smíðað lógina.

Dómarin svaraði: Jamen hr. hvorfor skrev du det så dog ikke.

Annars góða eydnu við arbeiðinum.

Óli Jacobsen
Argir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo