Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood
Onnur tíðindi

Sýria hevur í morgun váttað, at raketálop er framt á landið.

- Tilsamans 110 rakettir vórðu skotnar eftir málum í Sýria, men tær flestu vórðu skotnar niður áðrenn tær náddu málini. Nakrar hava tó rakt og millum annað ein granskingarstøð í Barzeh er rakt, sigur ein almenn sjónvarpsstøð í landinum sambært CNN.

Sagt verður eisini, at moralurin hjá sýriska stjórnarherinum er óskalaður eftir álopið, og at bardagin ímóti uppreistrarbólkunum í landinum fer at halda fram.

Trý fólk vórðu særd av álopinum, sigur almenna sjónvarpsrásin.

Niðanfyri er ein videofrásøgn sum franska verjumálaráðið hevur almannakunngjørt í morgun. Franski verjumálaráðharrin, Florence Parly skrivar, at rakettirnar vórðu skotnar frá eini fregat, og at málið var ein verksmiðja sum framleiður kemisk vápn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo