Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Guðjón Þórðarson sigur í dag við in.fo, at einki er um søguna hjá íslendska miðlinum fotbolti.net, at hann skal hava verið til samrøðu hjá FSF um at gerast nýggjur føroyskur landsliðsvenjari. 

In.fo skrivar, at Tórðarson hevur søkt starvið, men at hann ikki hevur verið til nakra samrøðu við Fótbóltssambandið.

64 ára gamli Þórðarson leiddi NSÍ til eitt 3. pláss í landskappingini í ár. Hann hevur áður vant Ísland og Stoke City.

FSF fer væntandi at almannakunngera nýggja venjaran hjá Føroyum fyri jól ella tíðliga næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo