Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum: Ein kærari hevur kært, at Landssjúkrahúsið hevur sýtt honum alment innlit í mál viðvíkjandi noktan av láni av veitsluhøllini hjá Landssjúkrahúsinum.

Kærarin:
Kærarin vísir á, at hann ynskir at kæra avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum, um at nokta honum innlit í máli viðvíkjandi sýttu leiguni av veitsluhøllini hjá Landssjúkrahúsinum.

Kærarin vísir á, at hann upprunaliga hevði fingið játtað at lána veitsluhøllina til tiltak, men at loyvið síðani varð afturtikið uttan nakra grundgeving. Eisini vísir kærarin á knorkluttan og óskiljandi málburð frá Landssjúkrahúsinum, ið er torførur at skilja.

Landssjúkrahúsið:
Landssjúkrahúsið vísir á, at tá ið talan ikki er um fyrisitingarliga avgerð, men heldur um faktiska fyrisiting, so er ikki siðvenja fyri at skráseta fyrisitingarligt mál, og tískil er einki tilfar skrásett.

Tá einki fyrisitingarligt mál er skrásett í journalskipanini, so er einki mál at veita innlit í, og tískil ber ikki til at ganga umsóknini, um alment innlit, á møti.

Avgerðin hjá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum
Landssjúkrahúsið hevur noktað kæraranum at lána veitsluhøllina hjá Landssjúkrahúsinum til alment tiltak eftir, at kærarin upprunaliga hevði fingið játtað at lána veitsluhøllina til tiltakið. Avgerðin er ein avgerð hjá stjórnini og er hon ikki tikin á lógargrundarlagi.

Kærarin er partur í málinum, ið hann biður Landssjúkrahúsið um innlit í.

Tað er ikki viðkomandi hjá kærunevndini at taka støðu til, hvørt talan er um innlitsumbøn, ið er fevnd av fyrisitingarlógini ella lógini um innlit í fyrisitingina, hetta tá ið kærumyndugleikin í mun til spurningin um innlit í báðum førum er tann myndugleikin, sum er kærumyndugleiki í mun avgerðina í málinum, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkir. Ásetingarnar um kærumyndugleika eru í ávikavist § 16, stk. 4 í fyrisitingarlógini og § 15, stk. 2 í lógini um innlit í fyrisitingina.

Avgerandi er tí at staðfesta, hvørt kærunevndin hjá almanna-, familju- og heilsumálum er rætti kærumyndugleiki í mun til avgerðina í málinum, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkur, tí tað er avgerandi í mun til, hvørt kærunevndin eisini er kærumyndugleiki í mun til sýttu innlitsumbønina.

Í høvuðsheitum kann sigast, at Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum sum meginregla viðger kærur um fyrisitingarligar spurningar. Tað vil siga spurningar um bíðilistar og fíggjarligar raðfestingar.

Tann fíggjarliga raðfestingin snýr seg ofta um rættin til fría viðger ella ávísing av fylgjarum í sambandi við viðgerð uttanlands, sambært m.a. serligu viðmerkingunum til lógina um sjúkrahúsverkið – ltm. nr. 80/2004.

Í mun til kærur um avgerðir tiknar í sjúkrahúsverkinum, so hevur Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum – tá kallað Kærunevndin í almanna- og heilsumálum – áður tikið støðu til, at málsræði nevndarinnar sum meginregla, er avmarkað til avgerðir um veitingar, sum eru ásettar í sjúkrahúslógini.

Avgerðin í málinum, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkur, snýr seg um útleigan av hølum Landssjúkrahúsins. Her er talan um eina leiðsluavgerð, sum soleiðis sum málið er upplýst, er grundað á innanhýsis mannagongdir í sambandi við nýtslu av hølum Landssjúkrahúsins. Talan er ikki um avgerð, ið er grundað á sjúkrahúslógina og veitingar eftir hesi.

Mett verður ikki, at ein avgerð viðvíkjandi útleigan av hølum Landssjúkrahúsins, er fevnt av málsræðinum hjá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum. Hetta hevur við sær, at ein avgerð viðvíkjandi áheitan um skjalainnlit í tílíkt mál, heldur ikki er fevnt av málsræði nevndarinnar.

Landssjúkrahúsið hevur givið kæraranum kæruvegleiðing, har víst verður á, at avgerðin kann kærast til Føroya Kærustovn. Helst verður her sipað til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum avvísir kæruna og vísir hana til Heilsu- og Innlendismálaráðið til møguliga víðari viðgerð. Avgerðin er grundað á, at avgerðin hjá Landssjúkrahúsinum viðvíkjandi útleigan av hølum Landssjúkrahúsins, ikki er fevnd av málsræðinum hjá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, og tískil er avgerðin, í mun til áheitanina um skjalainnlit, heldur ikki fevnd av málsræði nevndarinnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo