At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

42-ára gamli sjónleikarin og boksarin Bradley Welsh varð í gjárkvøldið skotin á opnari gøtu í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh. 

Welsh varð álvarsliga særdur og doyði stutta løtu seinni av løstunum. Hann varð sambært The Guardian skotin stutt frá heiminum hjá sær í West End.

Welsh kenna helst nógv frá filminum T2 Trainspotting, har hann spældi Mr. Doyle. Í filminum spældi hann saman við stjørnum sum Ewan McGregor, Robert Carlyle, Ewen Bremner og Jonny Lee Miller.

Les meira um syrgiliga tilburðin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo