Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Lesarin skrivar

Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóri í KVF og á LS: Mánakvøldið 4. juni 2018 fylti Barbara Holm forsíðuna og fleiri blaðsíður í Sosialinum við eini søgu um tvær ógildaðar uppsagnir á Landssjúkrahúsinum og tí einu í Kringvarpi Føroya. Kvøldið fyri, sunnukvøldið 3. juni 2018, hevði eg skrivliga greitt Barbaru neyvt frá bakgrundini til tær tríggjar uppsagnirnar við støði í tilfarinum, sum hon hevði fingið alment innlit í.

Eg greiddi henni frá, at uppsagnirnar vóru púra ósambæriligar, og at eg ongan lut átti í tí einu uppsøgnini á Landssjúkrahúsinum. Men Barbara svaraði mær aftur mánamorgun kl 8:03, at hon ikki fór at taka hesa bakgrundsvitan við í blaðið. Hennara søga skuldi ikki órógvast av fakta frá mær, høvuðspersóninum í forsíðusøguni um ”dýra almenna stjóran”. Bert ein setningur um tí einu uppsøgnina kom við í greinina.

Tær tríggjar ógildaðu uppsagnirnar eru sera ymiskar, sum eg fegin vil lýsa her við støði í tilfarinum, sum tað longu er veitt alment innlit í. Ein lýsing, sum eg til fánýtis royndi at geva Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, og Georg L. Petersen, blaðstjóra á Dimmalætting. Eg eri fullgreiður yvir, at tað er óvanligt av einum fyrrverandi stjóra soleiðis at umrøða uppsagnarmál. Men tá alment innlit longu er veitt í øll hesi mál, og tá fleiri av miðlunum framhaldandi sipa til hesa søgu um uppsagnarmálini, kenni eg tørv á at greiða stutt frá mínum leikluti, sum hann er skjalfestur í tilfarinum. (Formaðurin í kringvarpsstýrinum og forstjórin í Sjúkrahúsverkinum hava fingið hetta skriv til kunningar og viðmerkingar fyrst, og høvdu teir onga viðmerking til skrivið og virða mítt talifrælsi.)

Um ein lutfalsliga sterkur persónur sum eg ikki tali at, tá ein upplivir, at journalistikkurin fer av kós, hvør skal tá megna tað?

At fáa ein aktivistiskan journalist sum Barbaru Holm upp á nakkan kennist eitt sindur sum at vera í amerikonskum krimifilmi, har løgreglumaðurin minnir brotsmannin á: ”Anything you say, can and will be used against you!”

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo