Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Strandferðslan bleiv ikki trýst av Samferðslumálaráðnum til hvørki at seta Jósup inn á Hestleiðina ella til at keypa Alpha Pilot til somu leið.

Hinvegin er hetta ein roynd at bøta um støðuna, har ið Hestfólk herfyri mistu ein morguntúr, tí at so stórt trýst er á Teistanum í Sandoysiglingini.

Útvarpið vildi í tíðindunum klokkan seks vera við, at Strandferðslan lat seg trýsta til at keypa Alpha Pilot at seta inn á Hestleiðina. Men hetta er ein skeiv endurgeving av tí, sum fyrifórst.

Tað er hinvegin rætt, at Strandferðslan frá Samferðslumálaráðnum fekk ein fyrispurning ella áheitan – kalla tað hvat ein vil – um at gera eitt upplegg til, um Jósup kundi gera eina roynd at sigla ímillum Hest og Gomlurætt.

Tað framgongur av telduposti frá Samferðslumálaráðnum til Strandferðsluna, og skal tað eftir mínum tykki ein góður vilji til at lesa hendan fyrispurning ella áheitan sum eini kravboð ella ordra.

Strandferðslan tók undir við hesum hugskoti, og bar so í bandi, at hendan royndin varð gjørd.

Upprunin til málið er, at Teistin, sum hvønn morgun byrjar sína sigling úr Skopun, skuldi inn í Hest á veg inn til Gomlurætt. Hetta tók lutfalsliga nógva tíð, og tí komu sera nógvir fyrispurningar og áheitanir frá Sandoyingum um at sigla beinleiðis úr Skopun til Gomlurætt.

Strandferðslan valdi at ganga hesum ynskjum á møti, men hevði tíverri onga aðra loysn til júst hendan túrin hjá Hestfólki – inntil fyrst Jósup byrjaði at sigla og nú nýggi báturin Spógvin, áður Alpha Pilot.

Jósup skal nú í dokk at gera seg kláran til Mykinessiglingina 1. mai, og tí gjørdi Strandferðslan av at keypa Alpha Pilot, tá ið hesin møguleikin stóð í boði. Hetta var ein líka so bílig loysn sum at leiga. Tað er annars nærum ógjørligt hjá Strandferðsluni at innflyta brúktar útlendskar bátar, tí at lógarkrøvini til innfluttar brúktar bátar eru so hørð. Tað merkir tó ikki, at Alpha Pilot ikki uppfyllir øll galdandi krøv til ferðaflutningsbátar í Føroyum, tí tað ger hann, og hann hevur havt ferðafólkaloyvi í meira enn tjúgu ár.

At Strandferðslan byggir ein nýggjan eykabát í Noregi í hesum døgum hevur m.a eisini sín uppruna í, at tað er so torført at innflyta brúktar bátar.

Tá ið undirritaði av hestfólkið bleiv spurdur, “hvat ið gjørdi Alpha Pilot serliga væl egnaðan til Hestsiglingina”, svaraði eg, at báturin ‘er ikki serliga væl egnaður’. Men við tað segði eg ikki, at báturin ikki var egnaður – eg segði bara, at hann var ikki betri egnaður enn aðrir bátar. Báturin fer uttan iva at rigga væl til ferðafólkaflutning um Hestfjørð, um enn hann ikki er tann besti báturin ella ‘serliga væl egnaður’ til hendan flutning.

At hava fingið Spógvan til burturav at røkja Hestleiðina kemur at lætta um trýstið og geva eitt sindur størri fleksibilitet í tænasuveitingini hjá SSL og tað fegnast vit um.

At eg skal hava verið bersøgin í mínum svari um samlaða skipaflotan hjá Strandferðsluni burdi ikki fallið nøkrum fyri brósti. Tí um eg sum stjóri í reiðarínum ikki kann úttala meg um rakstrargøgnini í reiðarínum, hvør skal so?

Og eg kann endurtaka ta sannroyndina, at skipini eru gomul, og tey eru øll ymisk, og tað gerð rakstraruppgávuna sera avbjóðandi. Tað úttalilsið vil eg til eina og hvørja tíð standa inni fyri.

Bersøgin ella ei.

Hilmar Eliasen
Stjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo