Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Andøvsløtan hevur havt samrøðu við Virgar Dalsgaard sum minnist aftur á, hvussu tað var fyrr, millum annað tá ið føroyingar leitaðu sær til Albania, og eisini dýrkaðu hópdrápsmannin Pol Pot.

- Tað fyrsta albanar gjørdu, tá ið føroyingarnir komu, var at klippa teimum, teir høvdu hár niður á madjarnar, og tá ið teir komu aftur, høvdu teir hár heilt upp í nakka, fyri ikki at siga kokurakaðir.

- Tað segðist at føroyingarnir fóru til Albania, teirra paradís, tí teir vóru hugaðir at inspirera føroyskar útróðrarmenn, men eg haldi ikki at føroyingar løgdu nógv í teirra inspirasjón ella boðskap.

- Eg síggi nú somu menn ganga á gøtuni í Havn, so nydiligir, sum tá vóru allergiskir yvir fyri allari sunnari fornuft, og hava enntá fingið høg størv.

- Nú sita somu menn á onkrum stovni við politiskum boðskapi til nasjónina.

Hoyr samrøðu her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo