Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Eitt aftursvar til kvinnuna, Armgarð Arge, ið skrivar um mannin, Tórbjørn Jacobsen.

”Tig, kvinna, tú ert bara kyn og skapað manninum at brúka, lat mannin taka avgerðirnar, so kanst tú steikja fiskafrikadellur heima og tiga.”

"Kvinnur eru bara kyn, mascara og spillnaknar."

"Kvinnan gongur bara og snorar millum køk og song."

Soleiðis skrivar Armgarð Arge á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.

Armgarð! Eg haldi ikki, at tað er hetta, sum Tórbjørn Jacobsen sigur um politikaran Anniku Olsen.

Hinvegin sigur tú beinleiðis á heimasíðuni hjá almenna kringvarpinum, at:

"Maðurin Tórbjørn Jacobsen skrivar ófantaliga"

"Maðurin Tórbjørn Jacobsen hevur kynsfasistiskar meiningar."

"Maðurin Tórbjørn Jacobsen megnar ikki at finnast at ella viðgera tað, sum er trupulleikin."

"Maðurin Tórbjørn Jacobsen hevur betonghugsan og fer eftir kvinnuni."

"Maðurin Tórbjørn Jacobsen kastar latrinert mál eftir kvinnuni."

"Maðurin Tórbjørn Jacobsen er ein avgomul gorilla."

Blíðar heilsanir frá manninum Høgna Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo