Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Politikkur

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og CEF-samgongan sum heild fekk av grovfíluni, tá Pedagogfelagið hósdagin skipaði fyri mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn.

Harundir varð samgongan og landsstýriskvinna ákærd fyri ikki at halda givin vallyfti.

Men so nógv, sum sitandi samgonga fekk av grovfíluni hósdagin, er helst ikki av leið at føra fram, at ágangurin ímóti undanfarnu samgongu í sambandi við pedagogverkfallið í januar-februar 2012 var nakað væl størri - í øllum førum um hugt verður eftir, hvat hendi "úti á gøtuni".

Jørgen Niclasen hevði tá júst tikið við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum eftir eitt minni gott løgtingsval fyri hansara egna viðkomandi, og eitt tað fyrsta, BADH-samgongan gjørdi, var at umleggja skattastigan.

Flatskatturin var - milt sagt - ikki væl umtóktur ímillum mótstøðufólkini hjá táverandi samgongu, og BADH-samgongan forvoldi mikla øsing ímillum nógv við m.a. at vilja forskatta pensjónirnar og tiðna blokkin.

BA-flokkarnir høvdu fingið eitt sera gott løgtingsval á heysti í 2011, men so skjótt BADH-samgongan tók við og kunngjørdi, hvørjar politiskar ætlanir hon hevði, skapti hetta eitt stórt uppstandilsi ímillum nógv fólk í landinum.

Og eftir at Javnaðarflokkurin hevði havt landsstýrismannin í fíggjarmálum frá 2008-11 - Jóannes Eidesgaard og Aksel V. Johannesen - og hevði havt løgmanssessin í fýra ár áðrenn tað, og Jørgen Niclasen bert hevði verið landsstýrismaður í fíggjarmálum í 2-3 mánaðir, tá verkfallið hjá pedagogunum brast á síðst í januar 2012, var BADH-samgongan - og kanska einamest teir framstandandi persónarnir í henni - helst eitt lætt offur fyri andstøðufólk og teir agiterandi pedagogarnar - eisini havandi í huga, at tíðirnar í 2012 vóru væl verri, enn tær eru nú.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo