Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Eg kom av tilvild at lesa eina grein, sum m.a. snúði seg um skrúðgonguna hjá Faroe Pride sum skal vera tann 27. juli.

Ì hesi grein stóð m.a. soleiðis: ”Skrúðgongan vil basa á skomm og kúgan fyri øll, sum kenna seg øðrvísi.”

Sjálvandi skal eingin verða kúgaður, men tá tað kemur til ”at basa skomm,” tá finnist bert ein vegur at gerra hetta, og tað er at venda sær burtur frá tí, sum skammiligt er.

Tá er skommin bast.

Men at trumfa ígjøgnum soleiðis politiskt og við skrúðgongum, at nú skal tað sum fyrr var skomm, ikki longur kallast skomm, men okay, líkarættur ella okkurt líknandi, tað er at broyta týdningin av orðinum.

Hetta kann samanlíknast við, at ein gevur ”korruptiónini” eitt nýtt navn, og so er tað ikki korruptión longur, men kann ístaðin kallast fyri t.d. ”hjálpargrunnur!”

Ein má bara spyrja, um tað nú er vorðið so lætt at ”manipulera” við føroyska málinum, at ein kann bert við lóggeving kalla lygn fyri sannleika og sannleika fyri lygn, ella broyta sannleika um við lygn og øvugt?

Ein kanning varð nýliga gjørd av skúlanæmingum í FO, og har kom fram, at næmingarnir hava ilt við at málbera seg á føroyskum, og tískil blanda teir bæði enskt og danskt uppí føroyska málið.

Hetta má sigast at vera ein vesalaváttan (falliterklæring) av føroyska fólkaskúlanum og tess lærarum, sum ikki longur duga at læra næmingarnar føroyskt ella rætta týdningin av orðunum.

Tá nyttar lítið við dýrum skúlum til 100 tals milliónir, og ikki duga ella kenna sítt egna móðurmál og rætta týdningin, ið orðið skal hava. 

Harvið verður skammleysur atburður altíð skammleysur atburður, líkamikið hvussu nógvar skrúðgongur verða hildnar og hvussu nógv politiskt lógarsmíð verður evnað til, tað er og verður skammleysur atburður kortini.

Soleiðis eigur at verða lært næmingunum í skúlunum.

Fríðrikur Petersen sáli yrkti m.a.:

O, móðurmál, stórt er títt fall úr tínum ærustóli,
fyrr virdu allir teg sum jall í tínum egna bóli.

…………………………

Men tíðin rann, og nýggjan sið í Føroyum mangir tóku,
Og annað mál við tína lið settu teir stóru og klóku.
Teir róku teg av kirkju út og aftur burt av tingi,
tú mátti liva í sorg og sút – so hevur lív títt gingið.

Ì dag nýtist ikki danskt yvirvald til at basa føroyska málinum.

Ì dag gera føroyingar hetta arbeiði fyri danir við hjartans gleði, - men eisini er hetta at rokna fyri skammiligur atburður ella á gøtumáli: ”ein fúl skomm!”

Símun A. Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo