Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Sum ungdómur sá eg sjónleikin "Tá øll vildu giftast" í Ungmannahúsinum á Sandi.

Seinni var eg við at leika  sjónleikin "Gift teg"!

Nú er vorðið eitt eljustríð um giftu hjá homoseksuellum.
Homoseksuell hava altíð verið í samfelagnum, og mær kunnugt hevur ongin annar havt trupulleikar av tí. Hesi og onnur hava liva lið um lið uttan nakað, men tey hava vitað av hvørjum øðrum.

Vit vita av royndum, at nøkur verða fødd, men ikki fullfør, eins og øll hini. Áður vórðu hesi nevnd við keðiligum nøvnum so sum býtt, ónormal, heimfødd v.m., men seinni eru fólk betur at sær komin og ásanna, at øll koma ikki eins væl byrjan.  Í nógvum førum verður hesin munur nevndur orsaka av menningartarni.

Grundsúlurnar undir samfelagi okkara eru heimini. Maður og kvinna finna saman í kærleika, byggja sær eitt heim og fáa børn, og hesir karmar mynda heimið. At vinna fyri mat og klæði verður leitað út á arbeiðsmarknaðin, og av hesum inntøkum verður partvís latið til arbeiðspláss ella útbúgvingarstovnar, sum síðan eru grundarlagið hjá børnunum. O.s.fr.

Men nú verður kravt av teimum homoseksuellu, at hjúnaðarsambandið millum mann og kvinnu skal javnstillast við par av sama slagi, t.v.s maður og maður, eins og kvinna og kvinna!

Hetta er jú fullkomuliga í stríð við alla moralska lóg og náttúrulóg!

Í sendingini í sjónvarpinum nevndi Hanna bert týdningin av javnrættindum millum tveir/tvær, eins og sosialar fyrimunir og arvarætt. Tá Jógvan spurdi um seinnu fylgjurnar av hesum m.a. børn, so helt Hanna, at tað kundu vit viðgera seinni.

Skal nakað gerast fyri at tryggja tey homoseksuellu sum par fíggjarliga, so eigur tað at verða gjørt í serstakari lóg. Ikki í hjúnarbandslógini!

Bogi Godtfred hevði gjørt sær ómak at fáa tvey úr brøðrasamkomuni í sjónvarpsstovuna. Vit hoyrdu hann tráspyrja Honnu um, hvørja ávirkan avgerð hennara hevði í samkomuni, men hon vildi ikki svara øllum, uttan um kulda, so Bogi fekk hana ikki at gráta. Hann hevði kortini áðrenn kannað hennara persónligu umstøður. 

Men eg minnist hann ikki spyrja Jógvan, hvørja ávirkan avgerð hansara hevði á samkomu hansara ella umhvørvi!

Var eg í nærumhvørvinum hjá Honnu, so hevði eg eins og áður tikið hana eins fast í hondina, og verið eins vinarligur í gerandisdegnum, men eg hevði hugt djúpt inn í eygu hennara og gjørt greitt, at eg harmaði hana og hennara støðutakan!

Eyðun Viderø
02-03-2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo