Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Av og á stingur eitt og annað seg fram, sum er lisið fyrr. So er eisini í hesum døgum, nú føroyska fiskivinnan skal broytast politiskt og stjórnast av skriviborðinum, nú allarflestu virkandi, sum fakfeløg, reiðarí, Vinnuhúsið og peningastovnar v.m. staðiliga mæla frá størstu pørtum av broytingunum!

Foreldrini hjá kenda danska journalistinum, Samuel Rachlin, vórðu miðskeiðis seinastu øld send í útlegd til Sibirien. Um teirra lagnu, kom bók út, á Gyldendal forlagnum “16 år í Sibirien – Skæbner i Sibirien”.

Har er eitt áhugavert brot um fiskivinnu í Sibiria! Tey sum vórðu send til Sibiria, skuldu umframt at lívbjarga sær sjálvum eisini lata part av avlopinum til Sovjetiska ríkiskassan.

Fiskivinnan var tilrættaløgd soleiðis, at gørnini vórðu sett niður í hol í ísinum, har laksur og onnur fiskasløg fingust og síðani vórðu tey tikin upp einaferð um samdøgrið.

Krøvini úr Moskva
Ein dag komu boð úr Moskva, at teir ikki góðtóku nøgdina sum kom til høldar, og kravdu tí, at fiskimenninir skuldu ístaðinfyri einaferð, seta gørnini tvær ferðir um samdøgrið.

Fiskimenninir greiddu frá, so væl teir nú kundu, at vórðu gørnini sett tvær reisur, so kom sjógvurin at verða so órógvaður, at laksurin helt seg burtur, teir fingu dupult arbeiði og nógv minni, helst helmingin minni, av fiski. Men treiskni og autoritetur av skrivstovuni í Moskva vann á veruleika.

Fiskimenninir vóru eisini treiskir, og fleiri teirra gjørdu ikki eftir boðum, tí teir kendu úrslitið frammanundan av egnum royndum.

Eftirlitsmaður úr Moskva
So ein dag kemur sum snarljós av klárum himli eftirlitsmaður av skrivstovuni úr Moskva - uttan ávaring -  og kannar øll viðurskifti. Hann hevði ferðast einar 4.000 kilometrar við toki og á hundasleðu.

Har varð so gjørt upp, støðan var ikki góð, onkrir fingu sekkin og eftirlitsmaðurin fór aftur til Moskva á sína skrivstovu. 

Úrslitið gjørdist verri, men politiski myndugleikin hevði fingið víst sítt máttmikla korpus!

Soleiðis “vann” politiski myndugleikin úr skrivstovunum í Moskva á fiskimonnum í Sibiria og bæði fiskimaðurin við fjøskyldu og ríkiskassin tapti fíggjarliga!  

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo