At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Í nýggjastu útgávuni av Frøði hevur Eyðfinn Magnussen, lektari í livfrøði á Náttúruvísindadeildini, grein við heitinum "Tá rottan varð slept í Kunoynna".

Eyðfinn byrjar soleiðis:

Tað var í 1914, og tað var NN, sum slepti rottuni í oynna. Hesa søguna eru tað fleiri, sum hava fortalt mær, men øll leggja tey eina við, at eg ikki má siga, at tað eru tey, sum hava fortalt mær søguna. Og tað geri eg heldur ikki.

Rottan, sum í dag livir í Føroyum, er brúna rottan (Rattus norvegicus). Brúna rottan er lutfalsliga nýggj í Føroyum. Hon kom higar í 1768. Áðrenn tað, hevði svarta rottan (Rattus rattus) verið her, men brúna rottan tók yvir, og svarta rottan hvarv.

Søgan um brúnu rottuna í Føroyum byrjar við einum skipsvraki, sum rak á land í Hvalba. Hetta var í mai í 1768. Talan var um norska skipið „Kongen af Preussen“, sum, ávegis frá Tróndheimi til Dublin í Írlandi, rendi á land á skotsku oynni Lewis. Vrakið, sum var fult av rottum, rak til Føroya og kom á land í Hvalba.

Við hesum vrakinum komu fyrstu brúnu rotturnar til Føroya.

Rottan spjaddist skjótt kring landið. Longu eftir einum ári, vóru tær um alla Suðuroynna. Í 1769 vóru tær sæddar í Havn, og eftir einans tíggju árum, vóru tær komnar til norðurendan á Streymoynni, til bygdirnar Víkar og Saksunar. Í 1776 komu tær til Eiðis, og høvdu longu trý ár seinni spjatt seg um alla Eysturoynna. Í 1779 komu tær til Sørvágs, og árið eftir vóru tær eisini í Miðvági.

Til ber at taka greinina niður og lesa alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo