Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Krutl

Hvannrók: Tá ið eg sá omanfyri myndina á Facebook, sveimaði tankarnir beinanvegin, og eg ímyndaði mær grindadrápinum, sum vóru á Eysturvág, tá ið eg var unglingi í Havn.

Tá kundi grindin ikki fara upp á turt uttan nakrir fáir hvalir inni á sandinum við áarmunnan. Hvalirnir vórðu stungnir við hvalvákni, sum eru bannað fyri nú nógvum árum síðani.

Nakrir hvalir vórðu eisini høgdir við sóknarongli og hálaðir upp á turt, har teir vórðu skornir á háls.

Hátíðardagar vóru í Havn, tá ið grind legði beinini. 

Næmingarnir fingu frí úr skúla, og sannur veitslurómur var í býnum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo