- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Lesarin skrivar

Mourits M. Joensen skrivar: Endamálið við menningarlæruni gjørdist ivaleyst eitt annað, enn Darwin hevði í hyggju. Hann hevði neyvan ímynda sær, og ivaleyst einki ynski um, at hon kom at stimbra undir óhugnaligu ismurnar, kommunismu og nazismu.

Eins álvarsligt hevur tað verið, at læran hevur sníkt seg inn í allar lærustovnar, heilt inn í fólkaskúlan, undir stemplinum vísindi, og soleiðis er vorðin grundstøði undir verandi lívfrøðiligu granskingini í meira enn eina øld.

Menningarlæran hevur verið, og er framvegis, eitt haft um beinini á lívfrøðiligu granskingini, tí hon byggir á eitt grundstøði, sum er hjálparleyst fátaksligt, og eitt ekko av firndarinnar “jørðin er fløt” hugburði. Úrslitini gerast sjálvsagt hareftir. Tað er ikki óhugsandi, at heilsubót var fyri álvarsligum sjúkum, so sum cystisk fibrosu, stofskiftisjúkum, krabbameini og øðrum sjúkum við, varð menningarlæran viðgjørd vísindaliga og ikki nýtt hjartaleyst ókritiskt sum jarnbrot fyri ismuni ateismu, sum eftir 1953 sýnist vera einasta sjónliga endamálið við menningarlæruni.

Tá lærari í menningarlæru, fyri næmingum sínum, lýsir DNA sum verandi eina køkuuppskrift, og mutatión sum feilin, har bakarin setir ovnin á 2100 og ikki á 1100 sum lýst í køkuuppskriftini, og ikki reflekterar yvir brendu køkuna, hann stendur við í honduni, tá er ikki longur talan um undirvísing, men hugburðsávirkan/ indoktrinering. Er tað barlastin vit ynskja at geva ungdómi okkara at taka við sær inn í lívfrøðuligu granskingina?

Somuleiðis kunnu vit stilla KVF spurningin, tá teir í sendingini, “Gud signi Føroyar”, vísa fram sjúkling, sum hevur arvað sjaldsama genetiska egnasjúku, hví viðkomandi ikki varð stillaður framman fyri lívfrøðiliga fakkunnleikanum í sendingini, sum var mest sjálvsagt, heldur enn Berntsen, har spurt kundi verið: “Kann tað prógvast, at mutatión kann skapa nýggja, økta og mennandi informatión í DNA stronginum í kyknukjarnuni, sum er einasta vísindaliga og haldfasta prógvið fyri, at menningarlæran er álítandi, tá vit síggja tílika álvarsliga egnasjúku standast av mutatión”? 

Hevði svarið tá verið eins og svarið frá núlivandi, og mest larmandi slóðara fyri menningarlæruni, Oxford professara Richard Dawkins,  fullkomin tøgn? - sí filmsbrotið: https://www.youtube.com/watch?v=CAzndMmnZJk  Og tað undrar ivaleyst mong, at menningarlæran varð sett upp ímóti “forbøn og leking”, har einasta og rætta mótspælið hevði verið “Intelligent design”. Tá varð menningarlæran viðgjørd, á jøvnum føti, við aðra ástøði. Hví varð tað ikki gjørt?

Og hví varð spurningurin til lívfrøðiliga fakkunnleikan ikki settur, tá borið var fram, at vit, sum ikki taka undir við menningarlæruni, eins væl kundu vraka tyngdulógina (Greinað av Isaac Newton 1643 - 1727). Sjálvsagdi spurningurin hevði tá verið, “Hví vrakar lívfrøðiligi fakkunnleikin matematikkina, tá menningarlæran verður tikin undir sjóneyku”?

Og hví varð ikki vitjað á sjúkrahúsunum í Føroyum heldur enn samkomunum. Í dag er ikki neyðugt at fara í fláðirnar at kanna eftir, hvat árin mutatión hevur á alt livandi. Til ber at vitja sjúkrahúsini og fáa sjón fyri søgn. Og hetta er fundamentið undir menningarlæruni!

Spurningurin má vera, hvørt vit í 21. øld framvegis skulu lata okkum trøllbinda av “menningarlæruni sum vísindi”, ella vit skulu leggja hana í skuffuna, saman við læruni “jørðin er fløt”, har hon skuldi verið løgd í 1953.

Drotning Margrete lýsir beinrakið styrkina við menningarlæruni, sum er ein onnur enn tann vísindaliga, tá hon fær spurningin:

Oplever Dronningen at blive modsagt, når De siger, at verden er skabt?

”Jeg kan ikke påstå, at jeg selv har mødt tilfælde, hvor folk har haft vældig travlt med at forklare mig, at det var godt dumt af mig at sige, at verden var skabt. Men jeg har set, hvordan det er gået med andre, som har sagt noget tilsvarende.”

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo