Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Tað er Manchester-derby í dag og í tí sambandinum hevur Sky Sports fingið eitt orð á Matic, sum millum annað sigur, at við Mourinho er Premier Leauge vorðin nógv meira áhugaverd, skrivar VG.

– Hann elskar at vinna, men tá ið vit ikki vinna, goyma vit okkum fyri honum undir venjingini. Hann er ein glaður maður tá ið vit vinna, men tá ið vit tapa, vil hann, sum allir aðrir venjarar, at vit gerast betri. Hann roynur at fáa okkum á vinnarakós aftur so skjótt sum gjørligt, sigur Matic millum annað við Sky Sports

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo