Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Í 1. korintbrævi kap. 2 tosar Paulus um tað andaliga og tað óandaliga menniskja. Í vers 7 og 8 sigur hann soleiðis: “Men vit tala Guðs vísdóm í einum loyndarmáli, hin dulda, sum Guð frá ævigum tíðum hevur fyriskipað okkum til dýrdar, og sum eingin av høvdingunum í hesum heimi kendi.”

Hesi orð koma mær til hugs nú eg hoyri og lesi kjakið í bløðum, útvarpið og sjónvarpi um hjúnarbandslógina. Í øllum hesum kjakinum eru tað nøkur fá orð, sum eg serliga havi bitið merki í. Orð, sum avdúka um ein er eitt andaligt menniskja ella ikki. Sum siga, um ein er ognari av hesum andaliga loyndarmáli Gud hevur fyriskipa okkum og sum áðurnevndu orð tala um. Ella um vit ikki kenna ella leggja í, hvørki tann, sum hevur givið hesi orð, ella orðið sjálvt.

Orðini eg hugsi um eru hesi “Hetta málið er so lítið, at har er einki at tosa um”. Hesi orðini aleina siga hvør tú ert og hvar tú ert andaliga.

Fyri tað andaliga menniskja hevur Guds orð altíð stóran týdning. Grundin er einfølt tann, at andin frá Gud, sum er í brósti tess trúgvandi, vil altíð gera ein varðugan við Guds vilja. Um ein fremur hendan viljan vil so altíð vera upp til tann einstaka. Mest av øllum minnir Guds andi okkum á tað, sum Guds orð lærir okkum. Tí er orðið og tær andaligu fyriskipanirnar altíð álvarsamar og týdningarmiklar hjá tí andaliga menniskjanum.

Meðan, sum vers 8 í 2. Kor. 2 sigur, so kenna høvdingar heimsins ikki tað andaliga. Og har verður sostatt eisini staðfest, at heimurin fyri tað mesta er stýrdur av ‘óandaligum menniskjum’.

Eg vænti ikki at øll fara at skilja ella taka ímóti hesum orðunum, men hetta greiður frá, hví summi menniskju til dømis halda, at nettup hjúnarbandslógin er eitt sera týdningarmikið mál, tað týdningarmiklasta í heila tikið júst nú! Meðan onnur halda málið vera so týdningarleys, at tað er ikki vert at tosa um.

Fyrra dømi er tað andaliga menniskja, tað menniskja, sum Paulus lærir okkum um – og Jesus sjálvur eisini, tá hann í Jóhannes 14 og 16 lærir okkum um gerning heilaga andans. Um heilaga andan sigur Jesus í Jóh. 14.17: “sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.”

Bert tað óandaliga menniskja, tann sum hvørki veit um ella kennnir Guds anda, kann siga um t.d. hjúnarbandslógina í tí líki, sum hon nú verður løgd fram: “Hetta málið er so lítið, at har er einki at tosa um.” Hetta sigi eg, tí tað eru fá mál, kanska einki annað, sum er so greitt frásagt í bíbliuni, enn um hvussu vit menniskju eiga at liva saman kysliga. Og tað er, antin einsamallur, ella sum maður og kona. Har er einki annað alternativ.

Kanska er hetta sett so greitt upp fyri at vit júst í hesum málinum skulu sleppa at taka støðu til Guds orð – fyri ella ímóti? Og kann ein tá siga, at hetta málið er so týdningarleyst, at tað ikki er vert at tosa um? Er ein tá ikki farin frá øllum viti og skili?

Nú tosi eg ikki politiskt, heldur ikki um hvør nágreiniliga er hvør og hvat, men yvirornað um eitt greitt andaligt prinsipp og læru úr bíbliuni. So kann ein og hvør, út frá hesum, døma um seg sjálvan. Eins og Jesus sigur, eg dømi teg ikki: “Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dømir hann: orðið, sum eg havi talað, tað skal døma hann á evsta degi.” (Jóh. 12. 47 og 48).

Men avgerðin er altíð okkara. Á sama hátt, sum Ádam og Eva í upprunanum fingu valið at vera Gudi lýðin ella at lata vera. Men avleiðingarnar vóru har og tær vóru stórar. So stórar at vit tann dag í dag pínast og plágast av hesi avgerð, bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Hjá Ádam og Evu var úrslitið av ólýdninum tann, at tey vóru rikin út úr Edens urtagarði, og tað er har teirra eftirkomarar eru í dag - uttanfyri. Ein greið mynd upp á okkara andaligu støðu. Tó, við Jesusi kunnu vit koma inn um aftur. Tað eru gleðiboðini til heimin!

Um ein als ikki trýr, so hevur hetta sjálvsagt ongan týdning. Hetta lærir skriftin okkum eisini. Tann andaligi skilir tað. Tann óandaligi skilir tað ikki, hann kann ikki skilja tað tí hann kennir ikki lívið í Gudi ella Guds anda.

Um tú skilir hetta so kunnu vit siga við Jesu orðum: “Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum.” (Matt. 16.17.)

Og Gud vælsigni teg til tað.

Sonni Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo