Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Krongrak Jøkladal, sum upprunaliga kemur frá Teilandi, er í heita stólinum hjá Local.fo hesa vikuna.

Krongrak flutti til Føroya fyri tíggju árum síðan, og hevur hon seinnu árini átt og rikið Sabai Thai Massage í Havn. Hetta hevur bara dámt henni avbera væl.

Við Local.fo sigur hon, at tað fyrsta, hon legði merki til, tá hon kom til Føroya á fyrsta sinni, var, hvussu vakurt tað er her.

- Eg kom til Føroya í 2009, tí eg ynskti mær eina familju og børn og eina góða familju. Mín fyrsta fatan av Føroyum var, hvussu avbera vakurt landið var (og framvegis er), og hvussu vinasom fólk vóru.

Sambært Krongrak er tað besta við Føroyum tryggleikin í landinum, tann fríska luftin, tað góða vatnið og tey vinasomu fólkini.

Men alt er ikki bare ein dansur á rósum, og mælir Krongrak øllum, sum ætla sær at flyta til Føroya, at læra seg málið og mentanina. Eisini førir hon fram, at ein sum tilflytari ikki eigur at smæðast við at spyrja seg fyri, tá eitthvørt er.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo