Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Jose Mourinho, venjarin hjá Manchester United, var ikki serliga fegin, tá hann eftir dystin ímóti Everton í kvøld varð spurdur um viðmerkingarnar hjá Paul Scholes í kjalarvørrinum av dystinum ímóti Southampton leygardagin.

Paul Scholes, ið viðmerkir á BT Sport, legði tá upp til, at Paul Pogba ikki tók dystin í nóg stórum álvara.

Hetta fall ikki í góða jørð hjá Mourinho, sum millum annað helt fyri, at...

- Tað einasta, Paul Scholes ger, er at kritisera. Tað er ikki skyldin hjá Pogba, at hann tjenar meira, enn Scholes gjørdi. 

- Um Scholes ger av verða managari, vóni eg, at hann klárar 25% av tí, eg havi klárað. Scholes fer í søgubøkurnar sum ein framúr fótbóltsspælari, men ikki sum ein fótbóltsviðmerkjari.

Les meira her

United vann 2-0 á Everton í kvøld. Dysturin ímóti Southampton leygardagin endaði við javnleiki 0-0.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo