Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Andaktir

Onkuntíð kappast vit um at rósa hvør øðrum, at vit eru vitborin, klók og dugnalig. Tað er í lagi treytað av, at vit ikki varpa skuggar á onnur. Góð orð eru gagnlig, um vit eru eyðmjúk og ikki gerast stórlatin. Skitin orð gagna ongum.

Tá ið talan er um kristna lívsfatan eru onnur atlit galdandi. Orð sum klókur og vitandi eru ikki nøktandi, um tey standa einsamøll. Heimspekingurin, Søren Kirkegaard (1813-1855), vísir á, at sannur kristindómur er einfaldur. Ja so einfaldur, at vit hava lyndi at skammast og blúgvast.  

Kynstrið er ikki at gera tað einfalda torskilt og lata tað í føgur orð. Fólkið er væl upplýst og gjøgnumskoðar, um vit eru ærlig ella ikki. Vit, ið prædika, verða freistað at halda, at jú háfloygdari vit orða okkum, tess lærdari og klókari.

Prædikumenn (m/k) skammast onkursvegna við tað einfalda. At nakað er einfalt merkir ikki, at talan er um fávitsku. Fávitskan verður ikki hildin hátt í hevd í skriftini. 

Kirkegaard, ið er kendur fyri sína djúpu hugsan, hevði dirvi at ganga ímóti rákinum. Hann vísti á, at kynstrið er at prædika sannleikan um Krist sannan og einfaldan. Øll menniskju eiga at fata, at sannleikin Kristus er eitt lív í fótasporum Meistarans í okkara egnu samtíð.

Kristindómur er ikki ein læra ella áskoðan, ið serliga klók fólk kunnu dyrka og granska. Talan er um lív, og tey kristnu skulu fylgja Jesusi eftir. 

Bíblian er ein spegil, har tann lesandi fyrst og fremst sær seg sjálvan, áðrenn onnur verða sædd. Tað eru ikki tey duldu, torskildu ella loyndarfullu skriftstøðini, ið seta dagsskránna. Tað einfalda, ið vit skilja, verður okkara virkisøkið og uppgáva. 

Kirkegaard fortelur søguna um ein fátækan mann og konu hansara, ið búðu í Eysturlondum. Tey vóru fátøk og stúrdu fyri framtíðini, nú tey vóru vorðin gomul. Tey vóru so mikið gudrøkin, at tað kendist ikki áhaldandi neyðugt at órógva himmalin við bønum. Tey bóðu Guð um hjálp, tá ið stúranin gjørdist ov nívandi. 

Ein morgunin konan kemur til eldstaðin, finnur hon ein stóran gimstein liggjandi við skorsteinin. Maðurin staðfesti beinanvegin, at hetta var eitt satt fund. Gimsteinurin vildi tryggja fíggjarligu vælveru teirra alt lívið.

Nú kendist framtíðin ljós og unnilig. Gleðin kom á gátt ístaðin fyri stúran. Tey vóru von at fara væl um teir tímiligu lutirnar og avgjørdu, at tey høvdu nóg mikið til henda dagin. Tey fóru ikki at selja gimsteinin fyrr enn tann næsta morgunin. Í morgin fóru tey at liva eitt nýtt og ríkt lív. 

Kvøldið kom, og farið varð til songar. Um náttina droymdi konan, at hon var komin í Paradís. Ein eingil tók ímóti og vísti henni tað himmalsku dýrdina so stórbæra, ið einans eysturlendingar kunnu ímynda sær.  

Eingilin førdi hana inn í ein stóran sal, har fleiri røð av lenistólum stóðu. Stólarnir vóru prýddir vil alskyns perlum og gimsteinum. Eingilin greiddi henni frá, at stólarnir vóru ætlaðir teimum, ið vóru gudrøkin og fróm.

Loksins leiddi eingilin hana til stólin, ið var ætlaður henni. Hon varð hugtikin og hugdi gjølla at tí vakra stólinum. Brádliga varnast hon, at ein stórur gimsteinur manglaði á bakinum á stólinum.

Undrandi spurdi hon eingilin um orsøkina. Eingilin svaraði: “Tað var henda gimsteinin, ið tú fanst liggjandi við skorsteinin. Tú fekst hann í forskot, og hann kann ikki setast innaftur í bakið á lenistólinum.” 

Sama morgunin segði konan manninum dreymin. Hon helt tað vera betur, at tey royndu at halda út nøkur ár afturat undir trongum korum, heldur enn í allar ævir at mangla tann dýrabara gimsteinin. 

Tá ið kvøldið kom løgdu tey gimsteinin á staðið við skorsteinin. Tey bóðu Guð um at taka steinin heimaftur. Morgunin eftir var gimsteinurin horvin. Tað aldrandi parið visti, at hann var komin aftur á sítt rætta pláss. 

Kirkegaard staðfestir, at hesin maðurin var væl giftur, og at kona hansara var klók. At gloyma tað æviga er kostnaðarmikið. Hóast nøkur fá ár kunnu kennast sum ein long tíð, tá ið umstøðurnar ikki eru til vildar, eru tey í mun til ævinleikan eitt stutt tíðarbil. 

Hin kristni eigur at sættast við tað, ið gjørdist lutur hansara. Vit eiga at velja tær umstøður, ið gjørdust okkara, sum okkara val og uppgáva. Einans soleiðis liva vit eitt ríkt lív, tí hvør fær sína byrðu at bera, eisini tey, ið tykjast spard fyri byrðar. 

Tað merkir ikki, at vit kunnu liva í líkasælu. Vit skulu í Kristi stað í okkara egnu samtíð skapa umstøður, ið lætta um byrðarnar hjá øðrum. Tá finna vit linna, tí ævinleikin gevur mátt í nútíðini og himmalska hvíld, tá ið hin seinasti tímin kemur. Amen.

Orðið: “Sanniliga sigi eg tykkum: “Teir (falsararnir) hava longu tikið upp løn sína.” (Matteus 6,2).

Jógvan Fríðriksson

Heimild: 

Søren Kirkegaard, Øieblikket Nr. 1-10, Hans Reitzel, Kbh. 1984, bls. 162-164.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo