Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen
Mítt tastatur

Eivind Jacobsen, kringvarpari á R7, situr her og ger notatir á tingfundinum í gjár, meðan floksformaðurin í Sjálvstýri stendur við úthurðina

Tá ið tú bæði ert borgarstjóri og eisini løgtingslimur og floksformaður, so er so skjótt at bland kemur í og tú kanst gerast mismæltur, tí tú ikki veitst, hvar tú ert.

Tað hendi formanninum í Sjálvstýri og borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvan Skorheim, á tingfundinum í dag.

Tá ið hann skuldi tosa út frá tingsalinum, kom hann av misgáum at tosa út frá býráðssalinum í Klaksvík, og hetta fekk hann eisini at hoyra fyri frá øðrum tingfólki.

Funnist hevur so mangan verið at tvísessum, at tú bæði ert borgarstjóri og samstundis løgtingslimur, og dagurin á tingi í dag var so gott dømi um, at kanska er best bert at hava ein sess.

Eivind Jacobsen skrivaði herfyri í lesarabrævi, í aftursvari til Jógvan Skorheim:

- At staðfesta at Skorheim møtur illa upp, rýmur langt áðrenn fundur er lokin, tekur undir við fíggjarlógini og ikki vil verða formaður í vinnunevndini er konstatering av veruleikanum og tí ikki gitingar.

Úrslitið av hesari staðfesting hjá Eivindi Jacobsen gjørdist, at síðani hevur formaðurin í Sjálvstýri verið á øllum nevndarfundum og tingfundum, og er ongantíð farin av fundi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo