Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Politikkur

Mynd: VP.FO

Svar til § 52a fyrispurning frá Kára P Højgaard, løgtingsmanni um fiskiskap/útróður hjá útlendskum ferðafólki, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)  
 
1. Eru ongar ásetingar fyri útlendingar um kravt fiskiloyvi, um hesir skulu dríva fiskiskap/heimaútróður við føroysku strendurnar?  
 
2. Er heldur einki hámark fyri, hvussu nógv kann veiðast?  
 
3. Verður veiðan uppgivin og skrásett, so hon telur við í veiðihagtølunum?  
 
4. Er talan um loyvda veiðu, ella er tað ránsveiða?  
 
5. Um talan er um ólógliga veiðu. Hvussu leingi fer myndugleikin at venda blinda eygað til?  
 
Svar:
 
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst til, at útlendsk ferðafólk tykjast dríva útróður við leigaðum bátum, og at tey hava fongin við sær, tá farið verður av aftur landinum.  
 
Í stuttum er at siga:
 
- At útlendingar ikki kunnu veiða til húsbrúks í Føroyum. Hetta er ein serstakur aldargamal rættur hjá føroyingum til at gagnnýta okkara egna tilfeingi til egið húsarhald. Tað er ikki ein rættur hjá øllum heiminum at fiska í okkara sjógvi.  

- At lógin ásetur greitt í § 40, stk. 3, at serstakt loyvi krevst til fiskiskap í sambandi við ferðavinnu.

- Onki slíkt loyvi er givið.

- Fiskiskapur hjá útlendskum ferðafólki kemur ikki undir ásetingina í lógini um veiðu til húsbrúk, sum lógin annars heimilar.

- Vørn hevur gjørt kanningar og hevur steðgað virksemi, ið ikki hevur loyvi. 
 
Í hesum sambandi skal verða upplýst, at Vørn undir kanningum viðvíkjandi fiskiskapi og trygd á útróðrarbátum er komið til ta niðurstøðu, at skipaður ferðavinnufiskiskapur verður rikin, uttan at loyvi er fingið sambært § 40, stk. 3 í sjófeingislógini frammanundan. 
 
Vørn hevur steðgað hesum og kunnað menn, sum reka og skipa fyri hesum fiskiskapi, um viðurskiftini.
 
Niðanfyri verða einstøku spurningarnir nágreiniliga svaraðir undir einum:
 
Fiskiskapur uttan fiskiloyvi er bannaður sambært § 12 í sjófeingislógini, men tó er undantak sambært § 40, stk. 1 at veiða til húsbrúk uttan fiskiloyvi. 
 
Tað er ikki loyvt at reka fiskiskap til húsbrúk við fiskifari, ið er skrásett undir fremmandum flaggi. Fongurin frá slíkum fiskiskapi kann ikki verða avreiddur ella seldur á annan hátt. Lógin tilskilar onki hámark fyri, hvussu nógv kann verða veitt til húsbrúk. Landsstýrismanninum er tó heimilað, sambært § 40, stk. 2, at gera reglur hesum viðvíkjandi, harundir um veiðinøgdir. 
 
Í hugtakinum “til húsbrúk” liggur, at talan er um aldargamla rættin hjá fólki í Føroyum at søkja sjógvin, og at fongurin verður brúktur í húsarhaldinum í Føroyum. Tað er sostatt ikki ætlað, at útróður/fiskiskapur hjá útlendingum á frítíðarferðum í Føroyum og skipaður ferðavinnufiskiskapur kemur undir undantakið í § 40, stk. 1 at kunna veiða til húsbrúk.
 
Slíkur fiskiskapur er harafturímóti ásettur við heimild landsstýrismansins eftir § 40, stk. 3 at geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi og heimild at gera reglur um m.a. leiðir, reiðskap og veiðinøgdir. 
 
Upplýsast kann, at eingi loyvi til fiskiskap í sambandi við ferðavinnu eru givin. 
 
Almennu veiðihagtølini eru grundað á skrásetingar sambært vektar- og avreiðingarseðlum, ið verða gjørdar, tá fiskifør avreiða. Veiðan hjá fiskiførum, sum ikki avreiða, verður tí ikki skrásett í veiðihagtølunum.
 
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo