Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Har ein skriða er lopin er onnur væntandi, so sigur gamla orðatakið og má tað ásannast hjá okkum fiskimonnum ið enn balast undir Føroyum.

Eg bleiv púrasta fyri ongum tá ið eg hoyrdi formannin í búskaparráðnum úttalað seg í Degi & Viku í gjár. Hann ætlar at selja botnfiskin á uppboðssølu.

Tað er heilt óskiljandi at so væl lærd fólk skulu verða so bláoygd og snævurskygd at tey halda at tað kann bera til.

Nei Djóni; svarið er ikki at leggja enn størri byrðar á fiskivinnuna, men heldur at tálma almennu útreiðslunum. 

So sigur hann at fiskidagaskipanin ikki virkar og vit brúka nógv meiri dagar enn tilmælt/gott er. Viðheft sendi eg eina talvu ið vísir at vit altso ikki brúka meiri dagar enn tilmælt er.

Fiskidagaskipanin riggar serstakliga væl. Vinnan brúkar mest sum altíð somu dagar sum tilmælt er, men Løgtingið samtykkir fleiri ferðir teir dagar ið brúk er fyri, tí at tað eru so nógvir ” skuffudagar”. Hesir dagar verða ikki brúktir. 

Liggur ikki ein fjald agenda í hesum? 
Er sannleikin ikki tann, at akademiska fjøldin er somikið stór at ikki er ráð til at gjalda teimum størri løn enn tær áleið 400.000 krónurnar árliga og tað nívir at fiskimaðurin skal forvinna meir enn tað?

Og tað er hann sjálvandi ikki verdur, hesin ólærdi meinigi maðurin. Hvat arbeiðið liggur aftan fyri er líkamikið.

Er ætlanin ikki bert at fáa fiskimannin niður um akademisku lønina og so skít við rest? 

Virðingin fyri fiskivinnuni og teimum í henni virka, er so lítil í dag at ungdómar ikki koma sær at fara tann vegin.

Og tá ið nú lønirnar skulu gerast lægri enn miðallønin á landi er allur áhugi fyri fiskivinnuni køvdur.

Við hesi gongdini kunnu vit vænta at ongin føroyskur dekkari er í vinnuni innan heilt fáa ár. 

Vit hava reypað okkum av øllum teimum føroysku skips yvirmonnunum ið vit hava útflutt ár um ár, og hvørs umdømi er fantastiskt. Allir heimurin rópar eftir føroyskum yvirmonnum og vilja fegin gjalda meir fyri teir. 

Fiskivinnan er tann ið hevur verið oskmjólkin hjá hesum monnum.

Tá ið vit gevast við at ala slíkar menn og eru farnir yvir til akademiskar skips yvirmenn ið bert kenna til tøl og stavir og als ongan sjómansskap.

Tá eru vit sum land liðug við at útflyta vælumtóktar yvirmenn og so standa vit flott við skegginum í postkassanum. 

Støðan er ikki bara ring, hon er beinleiðis hættislig.

Halda somu fólkini fram eftir komandi val er deyðin í durinum.

Men tøkk fái sushi  matstovurnar at tær hava vant føroyingin við smakin av tara, tí hann verður høðvus kostur um tey ið stýra í dag verða aftan fyri róðri í næsta skeiði. 

Jóhan Eli Poulsen
Skipari/Valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo