Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

"The man who kills a man kills a man. The man who kills himself kills all men. As far as he is concerned, he wipes out the world." -  G.K. Chesterton

Eg kann liva meg inn í djúpt óttafull og hugfallin menniskju sum Robin Williams. Men tað ger meg ikki "ómenniskjaligan" ella fúlt ísakaldan at pointera óafturtakandi skeivleikan í tí, at enda sítt egna lív. Við null fyrivarni til avvarðandi mordara.

Er tað skeivt at drepa seg? Men sjálvandi er tað tað. Tað er nihilistiskt og oyðileggjandi. Ikki bert fyri einstaklingin, men familju og vinir, grannar og starvsfelagar. Og tað vistu vit fyrr—tá moralska kumpassið enn eksisteraði.

Men ikki longur. Har fólk fyrr høvdu null trupullekar at svara spurninginum, eru tey í dag inkapul at svara honum. Tað eru tey, tí vit liva í prinsippleysum og bleytum fyrigevingartíðum... tí annars, fáa vit at vita, ber ikki til hjá okkum at vera “menniskjalig”, fitt og shit.

Í dag megnar samfelagið barasta ikki at svara uppá djúptøknar spurningar av moralskum virði. Vit hava av-intellektualiserað okkum og vingulskøltað nakað áleiðis. Mest typiskt hava vit eina meining um sjálvmorð, men so skjótt, vit kenna onkran, ið fremur tað, royna vit so ómansligt og desperat at modellera og vinkla hví tað nú, bráddliga!, ikki er so ófyrigeviligt kortini. Onkntíð røkka vit hæddina av øllum perversiteti, tá vit hoyra, at tað var, ja, djarvt—go figure!

Í alrabesta føri svarar burturforklárandi vingulskølturin nakað so: "Altsoooo, er tað skeivt at gera sjálvmorð, var-tað-tað, tú spurdi um, altsoooo, eg veit ikki, tað kann man ikki bara siga, vit vita ikki, hvat hann (og nú kemur tað!) føldi akkurát tá ella áðrenn. So eg veit ikki. Kanska. Kanska ikki. Mær dámar ikki døma". Javell.

Moralski relativiteturin upplivdi fulla blomstring, tá Robin Williams gjørdi av við seg. Eitt nú tweetaði ein amerikanskur sjónleikari, sum viðmerking, at sjálvmorð er "a very selfish act", har ein einstaklingur í tilvistarligum ruðuleika heilt greitt "is not thinking about his family, his friends". Ein meining.

Eitt krystallklárt moralskt sjónarmið, sum lýsir gerningin sum nakað andstyggligt við samkenslu fyri teimum, ið nú skulu til at agera skrellimenn fyri teirra einaferð pápa og ektamann—væl at merkja, um tey so sleppa at røkka botnin í frið og náðum fyri einum terapeutiskum og uppíblandandi sálarklassa.

Fyrr hevði eingin hugt skeivt at viðkomandi tweeatera, men sálarkvølandi nikkað. Men so er ikki longur. Hann upplivdi heimsumfatandi vreiði og ágang, enntá deyðshóttanir—sum um tað ikki var nokk, at verðin longu hevði minus eitt menniskja.

Eitt akkersfólk í Fox News skírdi gerningin hjá Robbie Williams "cowardly". Sum er effinett, hvat tað er. Men hann fekk so av at vita.

Og hetta er ringt. Hetta er avbera ringt. Tí hvussu vit agera í mun til eitt sjálvmorð er av vitalum týdningi, andligum og praktiskum, tí tað sigur ikki bert nakað um, hvør vit eru, tí tað nyttar als onki at hava sjálvmorðsminkandi ætlanir og depressións-lættandi fyriskipanir, ella orðalistar, journalistar skulu halda seg frá í einhvørjari sjálvmorðs-umrøðu, um tú samtíðis kemur við einum erfínum, men týðiligum signali um, at sjálvmorð er nakað, vit lata vera við at kommentera uppá við nakrari tyngd whatsoever.

Hetta hongur ikki saman. Hetta er ein moralskur hurlivasi. Og tí er tað, vit hava børn, og alt fleiri vaksin, sum í fráveruni av veruligum interessum og samanhaldi og egnum lívsgrundarlagi og grundvirði, føla seg desperat marginaliserað í mun til sítt "eg"og umverðina. Tí. Og tí gera tað mest svakligt egoistiska, tað mest fatala: drepa seg.

Sum liberalt hugvísindafólk kann eg í ytsta føri so dánt kanska skilja, hví onkur einstaklingur velur at myrða seg sjálvan. Eg kann liva meg inn í djúpt óttafull og hugfallin menniskju sum Robin Williams. Men tað ger meg ikki "ómenniskjaligan" ella fúlt ísakaldan at pointera óafturtakandi skeivleikan í tí, at enda sítt egna lív. Við null fyrivarni til avvarðandi mordara.

Sum liberalsitur við virðing fyri øllum lívi, eisini mannaveruni, ið eftir nøkrum vikum mennir seg til menniskja, insisteri eg kategoriskt uppá at fortelja fólki, hart og týðiligt, serstakliga sjálvmorðshugaðum og dingledanglandi hjálparbólkum, at tað er ónt og forherðað og ómoralskt at drepa seg.

Ikki nokk við tí, tað er at svíkja mannaættina.

Agga Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo