Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Vágatíðindi

Kristiliga Tíðindatænastan: Leiðslan í Zarepta hevur gjørt av, at føroyafólk skal fáa høvið at uppliva Zarepta á 50 ára degnum, og síggja og hoyra hvussu arbeiði byrjaði í smáum við næstan ongum fíggjarligum midlum. 

Dagurin er settur at vera leygardagin 14. oktober, sum verður lýstur nærri seinni.

Tað var 06. oktober í 1965, at spakin varð settur í á fyrsta sinni, og eitt ár og nýggju mánaðir seinni, sunnumorgunin 02. juli 1967, varð breyðbróting hildin við fullsettum sali í Zarepta við fólki úr øllum landinum.

Harvið var húsið tikið í brúk og halgað Harranum.

Longu tveir dagar seinni kom tað fyrsta holdið í Zarepta. Hetta vóru 114 dreingir í aldrinum 10 -14 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo