Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ferðavinnan í Føroyum veksur, men als ikki í eins stóran mun, sum almenna myndin til tíðir hevur verið seinasta árið, slær Visit Faroe Islands fast í ársfrágreiðingini fyri 2017.

Visit Faroe Islands vísir herundir á, at tørvur er á fleiri ferðafólkum, og at sesongin má breiðkast víðari, um framtíðar fíggjarliga burðardygdin hjá vinnuni, ið ger stórar íløgur í nýggjan kapasitet komandi árini, skal tryggjast.

Tað er serliga í lágsesongini, at tað enn er heldur tómligt við ferðafólki í Føroyum, meðan tað ikki sýnist at vera ein stórvegis trupulleiki at lokka fólk til Føroya um summarið, og nú 2018 er farið at halla ímóti endanum, spyr VP Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, hvussu tað gongst við hesum arbeiðnum at breiðka sesongina.

Guðrið Højgaard svarar í hesum sambandi, at talan er um eitt langsiktað arbeiði, ið gongur rættan vegin, men at tað, sum nú er, er langt frá at vera fult alt árið.

- Vit arbeiða við at breiðka sesongina, og vit hava eisini megnað at breiðka hana við nøkrum mánaðum, so at hon er longur, enn hon var upprunaliga. Enn er tó verri enn so fult alt árið, og hetta er serliga galdandi um veturin.

Tískil eru tað fleiri gistingarhús, sum enn standa hálvgum tóm hesa tíðina á árinum.

Guðrið Højgaard greiðir frá, at hetta er nakað, sum er púra vanligt í londunum rundan um okkum, tó undantikið í Íslandi, har ferðafólk vitja alt árið.

- Tað er púra vanligt, at ferðamál eru minni vitjað um veturin, eisini í londunum rundan um okkum - tó ikki í Íslandi, har vit síggja, at ferðafólk streyma til landið alt árið. Tá hetta er sagt, gongur tað rætta vegin her hjá okkum, og vit hava, longu sum nú er, rokkið málinum um at røkka 200.000 gistingum innan ár 2020, sigur Guðrið Højgaard, vísandi á, at tað í 2017 vóru 174.809 gistingar skrásettar í Føroyum, umframt tey sum bíløgdu á Air bnb-skipanini.

Í 2017 vórðu íalt skrásettar 174.809 gistingar í Føroyum samanborið við 159.759 í 2016.

Í juli 2017, tá talið á gistingum í Føroyum fyri 2017 var uppá tað hægsta, vóru 22. 256 gistingarnætur skrásettar á gistingarhúsunum í landinum, meðan í desember 2017, tá talið á gistingum í landinum fyri 2017 var uppá tað lægsta, vóru 3.794 gistingarnætur skrásettar á gistingarhúsum landsins.

Fleiri enn 10.000 gistingarnætur vórðu skrásettar á gistingarhúsum í Føroyum hvønn mánað frá apríl til oktober í 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo