Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Tað koyrir bara hjá teimum báðum fremstu liðunum í Premier League í løtuni

Leicester City vunnu í dag 2-0 á útivølli ímóti Brighton, meðan Liverpool enn einaferð tryggjaði sær sigurin í teimum síðstu tíggju minuttunum.

Liverpool bastu Crystal Palace 2-1 í Suður London við málum frá Sadio Mané (49) og Roberto Firmino (85).

Wilfried Zaha hevði annars javnað fyri Crystal Palace stutt undan avgerandi málinum hjá Firmino.

Í yvirtíðini gjørdist tann sami Zaha púra fríur við Liverpool málverjanum. Hann sendi tó bóltin langt upp um málið.

Málini hjá Leicester City skutu Ayoze Pérez (64) og Jamie Vardy (82).

Liverpool hava 37 stig fyri 13 dystir, meðan Leicester hava 29 stig fyri líka nógvir dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo