Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Hesi orð sang Hermann Jacobsen á sinni. Tað kann mangan tykjast sum um tað er skemt, tá onkur mælir hesi orð fyri at lýsa ein samtíðar veruleika og trupulleika.

Tað sum er løgnast í okkara samtíð, og sum er sjálv atvoldin til at alt er koppað á, er hugtakið "politiskt rætt". Alt skal sigast politiskt rætt og tømast fyri substans. Ongin má fornermast, sum ein skemtari (Steve Hughes) so væl segði. Men tit - vit noyðast at seta orð á trupuleikan. Vit noyðast at traðka á tærnar á teimum sum eru fíntfølandi, og sum mangan eru ringast til at traðka á tærnar hjá øðrum. Vit mugu takað tungu avgerðirnar, sum gera at onkur følir seg fornermaðan. Stutt sagt - vit mugu fornerma onkran.

Og hvat so um tú gerst fornermaður? Verð fornermaður!

Onki hendir, annað enn tað at tú verður fornermaður. Tú vaknar ikki morgunin eftir fornermilsi, við einari ólekiligari sjúku vegna títt fornermilsi. Tú ert einans fornermaður. Liv við tí, og gerst vaksin!

Alternativt kunnu vit takað eina skeiva avgerð, fyri at sleppa undan at fornerma onkran? Er tað ein gongd leið? Sjálvandi ikki!

Skulu vit til dømis gera tað lættari at enda lívið hjá teimum føroyingunum, ið ikki eru føddir? Fyri at sleppa frá at fornerma onkran feminist, sum longu nú í byrjanini av hesi grein hevur kenslurnar hangandi uttaná klæðunum?

Skulu vit boykottað Ísraelar, tí teir hava tann botnleysa frekleika at verja seg ímóti fólki ið ynskir at drepa teir? Tí vit mugu ikki fornerma onkran muhammedsmann okkara millum, sum hevur somu fatan av miðeystri sum onkur føroyingur við eini Ph.D í slíkari konflikt.

Skulu vit broyta hjúnarbandslógina, fyri at inkluderað ymiskar preferansir, sum til alla tíð hava lagt lítið og onki í hjúnarbandið? Og harvið sleppa børnum okkara uppá fjall? Er tað ein gongd leið? Vit vita at hettar kemur inn í trinum, og at kirkjan SKAL "vælsignað" hettar, at børn SKULU ættleiðast av tveimum ella fleiri av sama kyni, og at skúlar SKULU hava jaliga frálæru um hendan sera ósunna livihátt. Var tað tá ikki mangan betur, at fornerma onkran, við at takað røttu avgerðina?

Viðvíkjandi liviháttinum, so ynski eg at takka Kringvarpinum fyri sendingarnar "Av hinum slagnum". Eg havi ætla mær at nevnt hettar í eina tíð, men havi mangan útsett at seta meg at skriva. Tað hevur kravt stórt dirvi og eitt opið sinnið, at vísa á hesar mongu mannalagnir, ið fóru langt áðrenn tíð sína, vegna hendan livihátt. So har gjørdi Kringvarpið eina upplýsandi og faktuelt rættað sending. Takk fyri tað.

Nú skal uppskotið um broyting í hjúnarbandslógini fyri aftur í Tinginum. Ein kvinna ið hevur lagt tað framm, hevur verið í fjølmiðlunum við "offurkortinum", og blandað brøðrasamkomuna uppí sína "offurrollu" á ein hátt, sum ger at hon ikki direkta blandaði samkomuna uppí alíkavæl. Snilt.

Onkur bloggari leyp beinanvegin henni til hjálpar, eins og hann leyp danskari kvinnu til hjálpar, fyri tveimum vikum síðani, tá honum ikki dámdi at DR avdúkaði hesa kvinnu fyri at lúgva seg til eina "jagstran" av einum ósekum trúgvandi manni. Einvegis rættvísi eins og einvegis tolsemi!

Annars var tað væl frágingið hjá Jógvani á Lakjuni í debattini í sjónvarpinum. Takk skal hann eiga fyri at verja borg, meðan aðrir renna niðurav múrinum.

Eg var til jarðarferðina hjá ommu míni í farnu viku, og fann eitt deiligt bókamerkið í Betesda. Á bókamerkinum stendur:

Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! - Orðtøkini 3, 3

Eg fór at hugsa um hetta - hvar liggur mín kærleiki og mítt trúfesti? Elski eg henda heim, so er mítt trúfesti til heimin. Og tað er mangan so, at eg elski henda heim. Eg veit hvat Paulus meinar við, tá hann kallar seg sjálvan hin størsta syndaran, tí er nakar sekur so er tað eg. Eg havi brotið eitt boð fyri og annað eftir. Eg havi brotið tey øll. Tíbetur fyri meg, so eru tað ikki míni verk, sum skulu avgera mína rættvísi yvirfyri Gudi - men Kristusar verk á Golgata.

Við hesum í mentu, so fær ein dirvi til at vísa á hvønn veg trúfesti skal vendast. Ein sum spælir "samkomukortið" skal fyrst og fremst vísa trúfesti til Gud. Ikki til Tingið, fólkið, aðalin, minnilutan, meirilutan, samfelagið, hitt stóra og hálovaða LGBT ella nakað annað. Men til Gud fyrst!

Kemur ein nú við hesum lógaruppskotið, sum stríður beint ímóti Orði Guds, so má viðkomandi velja. "Samkomukortið" ella "sekulerað kortið".

Er tað fornermandi at siga so, so má tað vera fornermandi. Tað broytir onki at eg seti orð á tað. Tað einasta ið kann hugsast at broytast, er at lítli hópurin ið ikki vil boyggja síni knø við tolsemisaltari, gerst sjónligari - og at tú gerst fornermaður.

Hetta er sera alvorligt. Enntá so alvorligt at ein av okkara fólkavaldu í Fólkatinginum hevur skrivað eitt opið "hóttanarbræv" til okkum øll, har vit fáa at vita hvat vit MUGU gera, tí annars eru vit at sammeta við hitt nýggja Cuba. Alt ímeðan hann sammetur siðbundna hjúnarbandið við europeisku kommunismuna, sum í stóran mun ráddi fyri borgum til fyri umleið 25-26 árum síðani.

Hetta er sami fólkatingslimur, sum virðir trúarfrælsi so mikið, at hann í fjør legði eina 7 minuttir langa video út, har hann var tíðiliga skelkaður, illur og forfardur. Grundin var at fólk úr kirkjum og samkomum høvdu biðið fyri komandi Løgmanni, Løgtingið og Landsstýrið. Ótolandi og frekt!

Stutt er til næsta val. Styttri enn mong gruna. Veljið fólk við góðum sannføringum inn næstu ferð, og ikki slík ið bert seta seg á Ting fyri løn og eftirløn, at broyta lógir sum ikki áttu at verið broyttar.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo