Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

At finna fótafesti aftaná undanfarna býráð, tekur tíð. At arbeiða hugsjónarliga, tekur tíð.

At politikkur er politikkur og umsiting er umsiting

At fíggjarviðurskifti eiga at hava gjøgnumskygni og raðfestingar samsvarandi politiska viljanum.

At langtíðarætlanir eiga at verða samsvarandi samfelagsliga broyttu fyritreytunum.

Er tað vit leggja orku í!

Sum politikari vil eg hava eitt sunt grundstøði at byggja á.

At politikkur ikki telist sum tal av málum, sum talutíð í býraáðssali ella sum yvirskriftir í bløðum, men í hugsjónum, dygd og vavi, er týdningarmikið at hava í huga.

Tá hetta er sagt kunnu vit spyrja.

Hví halta vit aftaná grannalondum okkara?

Til dømis er fjórðahvørt eldri í Føroyum á ellisheimi, meðan talið í Danmark er fimtahvørt.

Hví eru bústaðartilboðini í Føroyum, sum heild, ikki á hædd við grannalond okkara?

Er tað tí tað er lættari at tosa um vegastubbar, jarðarstykki og golfvøll á Glyvursnesi?

Avgjørt ikki tí hetta er óneyðugt, men vit mugu eisini fáast við viðurskifti av hugsjónarligum slagi, vit mugu steðga á og brúka tíð, saman við umsitingini, saman við fólkinum, til broyttar fyritreytir innan ymsu økini, hugsa nýtt, hugsa øðrvísi og hugsa fram í tíðina.

Bæði innan yngri og eldri, innan alment og privat og innan vinnu og karmar.

Jú, vit hava fleiri mál í trivnaðar- og á eldraøkinum, men tey skulu viðgerast og hóska inn í rættan 'kontekst', tá tíðin er búgvin og heildarmyndin klárari.

Eitt annað, id nevnast kann, nú vit tosa um tíð og avrik er..

At til 'forskjell' frá landspolitikki er býráðspolitikkur ikki fulltíðarstarv, -tankavekjandi, tá hugsað verður um, at uppgávurnar fara frá landi til kommunu, uttan at arbeiðsumstøðurnar hjá nýggja myndugleika broytast samsvarandi.

Eisini viðurskifti at endurskoða.

Bergun Kass
býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo