Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Politikkur

- Sum borgarstjóri á Tvøroyri, so undrar tað meg stórliga at Varðin Pelagic ikki hevur fingið menningarkvotu.

Tað sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen við VP.

- Eg haldi at Varðin Pelagic átti at fingið ein part av svartkjaftinum, um ikki annað, tá ið ætlanin er at menna svartkjaftin, sigur borgarstjórin.

Spurdur, hví Varðin Pelagic ikki hevur fingið menningarkvotu, sigur borgarstjórin seg hava tosað við stjóran í Varðanum Pelagic, sum sigur hana vera at móðurfelagið er ov stórt.

- Men tað er ikki móðurfelagið, sum hevur søkt um menningarkvotu, men Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Kristin Michelsen sigur seg fara at fylgja neyvt við, nú alment verður, hvør fær menningarkvotu seinni í dag, um ikki okkurt móðurfelag er aftanfyri hjá onkrum sum fær menningarkvotu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo