At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Góða gongdin í føroyska búskapinum heldur fram, og inntøkuvøkstur er at kalla í øllum økjum í landinum - eisini Suðuroynni.
 
Hetta er fyrst og fremst ein avleiðing av, at fiskivinnan og alivinnan framvegis hava góðar dagar. Men hetta er eisini ein greið ábending um, at bjartskygni ræður innan fleiri vinnugeirar, og at stóru íløgurnar runt landið bera ávøkst. Treystitalið hjá Hagstovuni er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar konjunkturkanningar síðani 2006. Góða gongdin heldur fram.
 
Feskastu tølini staðfesta inntøkuvøkstur í at kalla øllum økjum í landinum – eisini í Suðuroynni. Tølini vísa, at allar sjey kommunurnar í Suðuroynni fingu nógv meira inn í skatti í januar í ár enn um somu tíð í fjør 2018. Bjarni Hammer er meira bjartskygdur nú, enn áðrenn samgongan tók við.
 
- Tað er gleðiligt at síggja, at framgongdin spakuliga er farin at síggjast aftur í Suðuroynni. Eg havi nýtt eitthvørt høvi at vísa á, at góða gongdin í landinum yvirhøvur eisini má koma Suðuroynni til góðar. Vit hava framvegis eina risa avbjóðing við at fáa støðugt fólkatal í oynni. Stóra takið er sostatt at fáa ung fólk at trívast í oynni, og at arbeiði er til allar hendur.

- Henda samgongan hevur gjørt nøkur átøk á røttu leið – t.d. við alilóggávuni, sum tryggjar arbeiði og inntøkur í oynni. Við betraðu gongdini kunnu vit nú vera meira bjartskygd um framtíðina hjá suðringum og oynni sum heild. Vit halda áfram at bøta um viðurskiftini í oynni, og fleiri átøk eru ávegis, sigur Bjarni Hammer.
 
Samanumtikið fingu tær sjey kommunurnar góða hálvaaðru millión krónur meira í skatti í januar í ár enn í januar í fjør. Tað er Tvøroyra kommuna, sum hevur samanborið tølini hjá Taks.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo