Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tænastuskipið La Garonne hjá franska herflotanum, er spildurnýtt, og Tórshavn er onnur havnin, har lagt verður inn á. 

Garonne er 70 metur langt og 16 metur breitt, og skipari er Stéphane Congues.

Garonne er tað fjórða skipið av sínum slagi, sum er bygt seinastu trý árini til ymiskar stuðuls- og hjálparuppgávur, so sum bjarging, nátturuvernd og verja. Tey bera nøvnini á fýra teimum longstu áunum í Fraklandi: Loire, Rhône, Seine og Garonne. Tað er Kership-samtakið, sum hevur staðið fyri skipasmíðnum.

Garonne varð handað franska flotanum, hin 4. juli í ár.

Fyri veður er Garonne nakað seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanina og væntast á Havnina seinnapartin í morgin, hin 16. september.

Steðgurin er stuttur – umleið eitt samdøgur. Vitjað verður m.a. hjá borgarstjóranum í Havn og hjá Arktisk Kommando. Eisini verða hesi eins og avvarðandi landsstýrisfólkið boðin umborð týsdagin 17. september.

Vitjanin er ein liður í fyrstu ferð skipsins, sum byrjaði í Brest, hin 7. september. Úr London legði Garonne leiðina til Tórshavn og fer síðani til m.a. Reykjavíkar, Nuuk, Montréal, Baltimore, Saint Lucie og Saint Pierre et Miquelon, áðrenn ferðin gongur aftur til Brest, har Garonne hevur heimstað og væntast aftur av longu ferðini, hin 6. desember.

- Endamálið við ferðini er at heilsa samstarvspørtum í ymsu havnunum og koma runt og royna seg í einum øki, sum hevur støðugt vaksandi strategiskan áhuga, sigur Hanna Jensen, konsul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo