Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Ferðafólk gjalda enn í dag tær 65 krónurnar av hvørjum ferðaseðli, sum Jóngerð Purkhús, fyrrverandi landsstýriskvinna hjá Tjóðveldi, legði á hvørt ferðafólk - einar 20 milliónir árliga við tí ferðafólkatali, sum vit hava nú.

Hesar 65 krónurnar eru ikki oyramerktar, men vóru fyribils kravdar fyrst í 90-unum til tess at stuðla ferðavinnuni, var sagt.

Meðan onnur lond hava eitt slíkt gjald oyramerkt, so er tað ikki oyramerkt her hjá okkum, og heldur ikki strikað aftur, hóast tað skuldi vera fyribils.

Tí er tað upplagt, at hetta gjald á 65 krónur, sum gevur knappar 20 milliónir árliga, verður oyramerkt til umhvørvi.

At leggja einar 60 krónur omaná tær 65 krónurnar, sum vit longu hava, er ikki rætt at gera.

Gera vit tað, so hava vit eitt av hægstu avgjøldum í heiminum á landskassagjøld til flutning út í heim.

Ella sagt meira greitt - ein familja sum telur tvey vaksin og trý børn hevði tá goldið 625 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo