Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Tær elstu kommunurnar eru (Tórshavn, keypstaður sókn ella býur), Vestmanna kommuna og Eiðis kommuna.

3 tær elstu eftir kommunulógini 28 feb. 1872,  (29 jun. 1972)  eru:

Vestmanna kommuna 1892

Eiðis kommuna 1894

Tórshavnar kommuna 1908

3 tær elstu bygda-kommunurnar eru:
Vetmanna kommuna 1892

Eiðis kommuna 1894

Viðareiðis kommuna 1913.  Hesar tríggjar kommununar eru allar nær Norðhavinum.

1st. okt. 1894 var fyrsti fundardagur hjá Eiðis kommunu.

Verður ein 1st. okt. 2019 verður tað 125 ára dagur hjá Eiðis kommunu. 

Sjálvur bleiv eg á fyrsta sinni valdur í kommunustýrið valið 1967 og var kommunustýrðislimur tilsamans í 38 ár, og í kommunalum høpi samanlagt  44 ár - sum kommunustýrislimur, skrivari, kommunufelagsstýrislimur og kommunufelagsformaður.

1967 var skattaprosentið  í Eiðis kommunu 8. Tað kundi verið nógv at sagt um hesi farnu árini, t.d. um ta kommunustýrislimir tá vóru - og ikki hildu seg vera,  og ta teir í dag, í fjølmiðlunum, fáa sagt seg at  vera.

Jógvan Kallsoy Mørkøre
Eiði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo