At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú hevur borgmeistarinnan, Vágs-Annika leingi goggað um, at hon ætlar at lokka túsundir av útisetum til Havnar og samstundis fortalt naivum fólkum, at tað er slett eingin húsaneyð í Havn.

Hevur hon í sínum Vágs-heila hugsað HVAR allir hesir tilflytarar skullu búgva?

Ætla hon og hinar býráðsgoggurnar at reiða upp fyri útisetum og ødrum tilflytarum í sínum egnu kjallarum ella hjøllum?

Ella spekulera samgoggurnar í containarum, barakkum ella tjaldbúðum, sum tær kanska kundu lænt frá tí donsku SYRIENS-hjálpini ella tí larmandi ministara-frúnni Støjberg

Hevur Vágs-meistarinnan hugsað um, HVAT allir útisetarnir skullu gera ella liva av?

Nei, hon hevur helst ikki tíð til SO banalar realitetir. Hon brúkar heldur tíðina uppá at pynta seg við luftkastellum á Glyvursnesi og totalt innhaldstómum íslendskum kongressvitjanum og øðrum fundarhaldi vid hollum døgurðamati og ríkiligum drekka.

- Tað skal nokk skaffa nógvum fólki tak yvir høvdið, og annars eru tað jú heldur ikki hennara veljarar, sum eru býlisleysir.

Nær flýgur hon niður av Vaglinum?
Men Vágs-indan brúkar eisini sína kostbæru tíð til at øva seg og menna sítt hjálparleysa "havnarmál", sum er ein desperatur hybrid millum suðuroyarmál, setursføroyskt, íslendskt, volapykk og danskt, men tað sipast ibara kki havnarmáli.

Tað.er gjøgnumført óektað, sum allur hennara politikkur! 

Tað er altíð tragikomiskt, tá ið skapikrukkkur ikki vilja kennast við sínar upprunaligu (Vágs)-røtur".

Var nakað mikroskopiskt býráðsevni í hesi Vágs-kvinnuni, so hevði hon langt síðani ruddað kalendaran  fyri alskyns pynt og (havnar)grammatikk, men fari til arbeiðis! 

Hon hevði ikki farið heim av 'Vaglinum, fyrr enn hon og allar hinar goggurnar høvdu útvegað minst 500 bíligar bústaðir til tey húsatreingjandi í Havn.

So akutt er tann kommunala neyðstøðan hjá tí uppsteðgaðu Vágs-frúnni!

Men hon flýggjar frá tí kommunala veruleikanum og  krógvar seg í einum lenistóli  á vAGLINUM, á Glyvursnesi  ella í Íslandi-

- Tað er vorðIð sum realpolitikkur!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo