Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Útvarp – StaðiðFM

Ein nýggj funka ger tað møguligt at taka sendingarnar hjá lokalútvarpinum í Vestmanna, StaðiðFM, niður á telduna áðrenn tú lurtar.

Higartil hevur bert verið gjørligt at stroyma beinleiðis, og tað hevur virkað væl hjá teimum flestu, men har sum netsambandið ikki er gott, eitt nú umborð á skipum, hevur ikki borið væl til at lurta.

Hetta er broytt við nýggju funkuni. Trýst á "Heinta sending" knøttin og vel síðani at goyma sendingina á telduni áðrenn tú lurtar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo