Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Lesarin skrivar

Vit eiga at vera takksom fyri, at vit eiga tingmenn, ið ikki lata seg trýsta til at taka breyðið úr munninum á eini stórari fjøld av føroyingum.

Hetta gera tit við at siga nei til eina fiskivinnunýskipan, sum eg dagliga kalli "holikost" ( ikki holocaust).

Tit eiga stóra tøkk uppiborna, tí nú hómast ein vón hjá niðurslitna og fátæka verkamanninum.

Nú eru tað fleiri, ið hava vón um, at kunna hava eitt arbeiði í 2018.

Serliga tøkk til tykkum í samgonguni, sum hava dirvi at standa ímóti teimum víðgongdu.

Tit hava valt at verja mannarættindini.

Tit hava av sonum prógvað, at hóast tit verða grillaðir av fundamentlistiska pøplinum, so velja tit heldur at taka hond um føroyska samfelagið.

Jan Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo