Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

Country -& Bluesfestivalurin: Í juni fór fimti Country -& Bluesfestivalur um bak. Fýra dagar íalt við góðum veðri og ikki minst góðum konsertum.

Toppurin á kransakøkuni vóru allir festivalgestirnir í góðum country hýri, sum vóru við til at gera Sørvágs Country- & Bluesfestival 2016, til ein ógloymandi og væleydnaðan festival.

Tvey væleydnaði eldratiltøk, undirhald og onnur tiltøk til børnini, og ein skrá spekka við fantastiskum tónleikarum gjørdi tað, at øll hugnaðu sær.

Tá tað er sagt, so vil Country &- Bluesfestival nevndin takka fyri stuðulin festivalurin fekk og takk fyri gott samstarv til Sørvágs kommunu, stuðlum, ítróttarfeløgum, tónleikarum, ljóð og ljós fólk og ein serlig hjartans tøkk til tey mongu sjálvbodnu fólkunum, sum hava hjálpt til á ymiskan hátt. Uttan tykkum øll hevði festivalurin ikki verið til.

Sum nakað nýtt til festivalin 2017, so verður meira sett á skránna hósdagin á festivalinum. Meira kunning kemur seinni á www.country.fo  

Verið vælkomin á Sørvágs Country -& Bluesfestival 2017, sum verður hildin í døgunum frá 08-10 juni. 

Nevndin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo