Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Lesarin skrivar

Ein lítil lestur um lagnunar speisemi og tøkk til tykkum sum gjalda skatt og gera lívið møguligt:

Las í gjár um eina kvinnu í Danmark sum hevði mist alt útgjald frá kommununi, tí hon var ov virkin á facebook.. hon var fongd við pínu allastaðni, eitur okkurt við fibromyalagi, ein ósjónlig sjúka sum invaliterar tey sum hava hana... Hvat hugsar handa kommuna?

Var hatta okkara Almennaverk, so hevði eg nokk mist alt og eg meini ALT!! pensión, bil og mítt lív!!

Eg sjálv var sett á síðulinjuna, havi pínu 24/7=365/366 dagar um árið.

Haldi tað er so undarligt at fólk sum ikki kunnu vísa eina skanning av broti, vitnum um ferðsluskaða við skaða í nakkanum og tí við kræða... IKKI kunnu verða góðtikin sum tey eru, fólk í neyð av pínu...

Eg takki mínum skapara fyri at eg kenni fløvan frá teimum sum gjalda sín skatt!!!

ERU tit klár yvir hvat hann EISINI ferð til, skatturin? Burtursæð frá skúla, sjúkrahús og asfalteraðir vegir?? jú, hann fer til okkum sum ikki klára tað tit klára... vit fáa eina kenslu av tryggleika, ein fløva av kærleika, sjálvt um vit dagliga hoyra at øll gjalda ov nógv, vit kunnu nemliga vera, liva, eg eri so takksom at tit gjalda skatt, tí tit gera tað møguligt hjá mær og nógvum við mær.

Lagnunar speisemi kann man einki gera við, uttan at liva saman við henni.

Hevðí eg ikki mína bygd á Facebook, veit eg ikki ordiliga hvat eg skuldi gjørt... tí alt roksi á mínari síðu kann iritera mong, men gudveit, eri so takksom fyri mín vanga á FB... hann bjargar mær degnum mangan.

SO mínir vinir: lati sum tit ikki síggja alt eg roksi um... men eg meini tað væl, eg elski at fáa svar frá LIVANDI FÓLKI HANDAN SKERMARNAR, heldur enn ein deyðan sjónvarpsskerm ..

Takki fyri at eg eri fødd og livi beint her, úti í mektiga Atlanshavinum, 18 oyggjar við fantastiskum fólki sum rinda skatt so eisini eg og mínir líkar kunnu vera til!!

Ann Persdóttir Mikkelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo