Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Nakrar takplátur fóru á flog í Vestmanna í nógva vindinum í nátt.

Talan er ikki um, at tær hava rivið, men tað eru helst plátur sum hava ligið á ídnaðarøkinum Inni á Fjørð, har menn í seinastuni hava fingist við at tekja eina høll av nýggjum.

Pláturnar hava ikki ligið nóg væl surraðar í vindinum, og so eru onkrar farnar til stroks. Minst ein var endað á sjónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo