Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

- Tað passar sum KVF sigur. Eg eri í feriu, skrivar TAKS-stjórin Eyðun Mørkøre, og hevur lagt eina mynd av sær út á sín Facebook-profil.

Kringvarpið er í hølunum á TAKS-stjóranum frá morgni til myrkurs, men Kringvarpið gjørdi einki við mest umtalaðu greinina í 2017 hjá statsautoriseraða grannskoðaranum Símun Absalonsen, sum millum annað sigur:

KVF hevur áhaldandi við speisemi útstillað og niðurgjørt Taks stjóran, m.a. av útsøgnini um fiktiva heitið ”null-goodwill”.

Men í tí konteksti Eyðun Mørkøre umrøður null-goodwill, gevur hugtakið avgjørt meining, av tí at talan er um virðistest av einum møguligum good-will.

Men so skjótt Jørn Astrup skrivar endurtøkur í Sosialinum, verður hann drigin inn í sjónvarpsstovuna.

Sí Facebook her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo