Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Hvar ber til hjá tær at parkera í miðbýnum? Og hvussu leingi kann bilurin standa á ymsu básunum í kommununi?

Hetta kanst tú nú kunna teg um á netinum. Tórshavnar kommuna hevur lagt eitt talgilt kort út á torshavn.fo, har tú sært allar parkeringsbásarnar í kommununi.

Til tess at geva borgarum og vitjandi eina betri talgilda tænastu, ber til at fáa dagførdar upplýsingar um staðsetingar og møguligar tíðaravmarkingar á parkeringsbásum á Argjum, á Hálsi og í miðbýnum.

Stigvíst verður kortið víðkað til at fata um alla kommununa.

Kortið sæst HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo