At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Tekstlýsingar

Eitt nýtt starv sum talgildur mennari er leyst at søkja í Betri Trygging.

Starvið
Sum talgildur mennari verður tú okkara samstarvslið millum forrætning og tøkni.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við okkara tænastueindir, har tú skalt menna og tillaga okkara produktir og tænastur, soleiðis at vit røkka teimum málum, vit hava sett okkum.

Fokus verður á at menna nýggjar net og mobilar tænastur. At ráðgeva um møguleikar og kostnað í sambandi við nýggj produktir og broyting av verandi. At luttaka í/leiða arbeiðsbólkum og verkætlanum bæði innan- og uttanhýsis.

Hetta er eitt nýtt starv, tí hevur tú góðar møguleikar at mynda starvið við tínum førleikum.

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið:
   • hevur viðkomandi hægri útbúgving ella líknandi
   • hevur hollan førleika og royndir innan menning/innovatión
   • hevur tekniskt innlit
   • dugir at síggja loysnir og møguleikar
   • dugir at skilja samanhang millum skipanir
   • dugir væl at orða seg bæði í skrift og talu
   • trívist við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
   • ert sjálvstøðug/ur, men hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða:
   • eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einari spennandi fyritøku, sum er í støðugari menning

   • eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum

   • eina fyritøku við ítøkiligum kjarnuvirðum, har vit eru álítandi, áhugað og fyrikomandi

   • eina kappingarføra løn við góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum FAG og YTF.

Um hetta hevur tín áhuga, so send okkum eina umsókn. Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Petur Arna Mortensen, KT-leiðara, á 34 85 89 / pam@betri.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara á 34 85 75 / rju(at)betri.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til starv@betri.fo í seinasta lagi hósdagin 5. mars kl. 12:00.

Stutt um KT-deildina
KT-deildin hevur millum annað dagligu ábyrgdina av KT-trygd, menning og dagligum rakstri av okkara skipanum. KT-deildin umsitur eisini kjarnuskipanina (TIA) og aðrar skipanir í tøttum samstarvi við veitarar.
Tú fert at arbeiða saman við 5 dugnaligum starvsfólkum umframt leiðaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo