Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Skúli

Skúlablaðið: Talið á børnum, sum nokta at fara í skúla, er vaksandi, ikki bara uttanlands, men eisini í Føroyum. Á Sernámi hava tey tøl fyri tey, sum sambært kunngerð hava rætt til heimaundirvísing, og skúlarnir hava søkt um játtan til undirvísing, tí tey ikki ganga í skúla. Hetta er tó bara ein partur, tí á Sernámi hava tey kunnleika til onnur, sum ikki eru skrásett í nakrari skipan.

- Hetta skúlaárið vita vit um 17, men tá ið vit eru í samskifti við Almannaverkið og barnaverndartænastur, hoyra vit um 10-12 onnur. Talið kann tí liggja um eini 30, men tað kann eisini vera, at tað er hægri enn tað, siga Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Harriet Hansen, varastjóri á Sernámi.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo