Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton
Útlendis ítróttur

Á middegi í dag verða fyrstu leikirnir fluttir á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Føroyar telva í fyrsta umfari móti Sudan.

181 lið eru í almennu kappingini, og tað er met. Føroyar eru styrkismettar nummar 87.

Á føroyska liðnum í dag telva Helgi Dam Ziska, John Rødgård, Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson.

Telvað verður í stásiligu Crystal-høllini í Baku, sum finalan í altjóða Grand prix-sangkappingini var hildin í fyri fáum árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo