Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun, og klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Telvað verður í øllum deildum í Kollafjarðar Skúla.

Tey bæði oddaliðini í fremstu deildini, Havnin og Sandavágur, bresta saman í morgun. Havnar Telvingarfelag er á odda við 14½ stigi. Sandavágur hevur 12½ og Klaksvík hevur á triðja plássi 8 stig. Sandavágs Talvfelag er føroyameistari og hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini.   Dysturin í morgun hevur stóran týdning fyri møguleikarnar hjá vágamonnum at endurvinna heitið.

Sandavágur hevur havt hesa manning í vetur: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Torkil Nielsen 4. Silas Eyðsteinsson. Liðið hjá Havnini í morgun er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin Poulsen 4. Carl Eli Samuelsen.

Tíggju umfør eru í landskappingini, og kappingin endar 18. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo