Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Andaktir

Millum jørð, betong og asfalt síggjast boygdar herðar bera dagsins byrðar. Ein góðan summardag rennur sveittin um andlitið. Ein kaldan vetrardag frystir dropin á nøsini.

Luftrákið er kalt, hóast betongveggir verða prýddir til tess at skapa lív í tí deyðiliga.

Og listin lívgar!

Tað er neyðugt at skapa góðar karmar. Vit seta krøv til vegakervið og góðskuna á bygningum. Karmarnir skulu vera í lagi. Einki er ov gott, tá ið vit hugsa um tilveru menniskjans.

Viðhvørt eru bygningarnir ikki nýtiligir, tí teir eru heilsuskaðiligir. At hava innivist og tak yvir høvdið er gott.

Men, at búgva í vánaligum íbúðum er niðrandi móti teimum, ið ikki hava fíggjarligan førleika at keypa ella leiga betri bústaðir.

Tann blindi vinkulin darvar útsýnið, og tað kann verða hættisligt.

Samfelagið eru vit øll, og tað er ov bíligt at varpa alla skuldina fyri tað neiliga á politikararnar. Vit hava valt Løgtingið, Býráðið og kirkjunnar leiðslu.

Onkursvegna er ábyrgdin okkara. Tað eru vit, ið fara á val og velja, sum kunnu víðka útsýnið. Fólkaræðið er ikki ein fullkomin skipan, men tann frægasta, ið vit kenna, sum tikið verður til.

Eyðvitað hava vit, ið bjóða okkum fram og verða vald, stóra ábyrgd. Tað er ikki nøktandi einans at nýta eyguni. Vit mega nýta allar sansirnar, tá ið vit stinga út í kortið og taka avgerðir.

Tað eru jú onnur, ið gjalda tað, ið vit fremja í verki. Kristin etisk hugsan eigur at hava lívið hjá medborgarunum sum fyrstu raðfesting.

Vit mega síggja við hjartanum.

Vit mega seta menniskju ovast á listan, tá ið vit raðfesta krøv og ynski. Tey bleytu virðini eiga at vera sjónlig í einum samfelag, ið hugsjónarliga byggir á kristin virðir.

Hugtakið “kristin virðir” er væl breiðari enn tann smala fatanin, ið aloftast sipar til samlívið í tí heimliga. Tey kristnu virðini eru eitt ástøði, sum ítøkiliga eigur at síggjast í tí almenna og verkliga lívinum í samfelagnum.

Kristin virðir kunnu gagnnýta jørð, betong og asfalt, um hesi øki veruliga seta menniskju í hásæti. Viðhvørt er so leingi at bíða eftir kørmunum, at tey, ið bera byrðarnar, fáa ikki ágóðan.

Meðan alt er ávegis, og betongið tekur listarligt skap, lækkar lívssól teirra, ið eru á niðasta trini á tí sosiala stiganum.

Tey kristnu virðini eiga at síggjast allastaðni í samfelagnum bæði í tí privata og almenna, væl at merkja um vit byggja á kristin virðir.

Hinvegin er tað ein annar møguleiki, at vit avskriva kristnu virðini. Tað er ein ærlig søk, um tann kristna trúgvin ikki er kjølfestið í lívinum.

Vit hava frælsi at trúgva og virka út frá ymiskum sjónarhornum. Sannur kristindómur virðir rættin hjá øðrum at trúgva øðrvísi ella als ikki trúgva.

Við støði í rætti alra loyvir kristnin sær sjálvum at prædika innanveggja í kirkjum og í tí almenna rúminum.

Trúgvin á Jesus gevur okkum nakað, ið vit onga aðrastaðni hava funnið, – ein frið og eina lívgandi gleði.

Í samfelagnum mega vit varnast tað neiliga og gera nakað við tað. Umstøður teirra, ið kenna tregan av tvørrandi møguleikum, eiga at verða betraðar.

Kristin virðir eiga
   • at tala søk teirra sjúku og gomlu
   • at stytta um bíðilistarnar á sjúkrahúsunum
   • at betra um støðu teirra, ið ikki hava innivist ella hóskiligan bústað
   • at veita teimum sálarsjúku nøktandi umstøður og tilboð.

Tann blindi vinkulin sær ikki til fulnar, at eitt samfelag einans er ríkt, um tað er liviligt hjá fólkinum. Vit eru mong, ið hava tað gott í allar mátar, men tað er ikki nóg mikið!

Kristin virðir mega seta øll menniskju í hásæti og lívga tey, ið hava lægri fíggjarliga og sosiala orku. Vit kunnu t.d. nevna tey eldru, ið einans hava fólkapensjónina at liva av.

Enn størri er avbjóðingin hjá teimum, sum í góðum árum gjørdust pensjónistar vegna tvørrandi heilsu.

Kristin virðir eiga at skapa betri lívskor fyri tey á lægsta lønarstigi.

Í 2017 varpa vit ljós á trúbótina og undangongumannin Martin Luther. Á ein hátt leggur trúbótin lunnar undir tað vælferðarsamfelagið, ið vit kenna í okkara parti av heimunum.

Luther greinar millum annað tað 5. boðið – tú mást ikki sláa í hel – á henda hátt:

“Tá ið tú sært ein naknan fara avstað, og tú kundi havt klætt hann, so hevur tú fryst hann í hel. Sært tú nakran svangan, og ikki gevur honum mat, so hevur tú latið hann svølta í hel.” 1)

Gævi at Harrin gevur mær síggjandi eygu. Betri eygu tørvar okkum, ið tosa um kristin virðir og í løtum gloyma fyrimynd Meistarans, – Jesus, sum í síni samtíð sá tey veikastu í samfelagnum, ið eingin annar gav gætur. Amen.

Orðið: “Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir.” (Sálmur 82,3).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
Lutherbókin, Svend Lerfeldt / David Johannesen týddi, Forlagið Vón 2015, bls. 177.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo